Home VinnutíðindiFiskivinna Óskiljandi at man velur at koyra botnfisk á uppboðssølu

Óskiljandi at man velur at koyra botnfisk á uppboðssølu

by OML

Fyri meg er tað heilt óskiljandi, at man velur at koyra botnfisk á uppusølu. Eisini havandi í huga at lønsemið hjá okkara feløgum longu nú er sera vánaligt. At vit ið fiska við línu skula keypa livandi fisk á uppusølu tykist heilt høpisleyst og ómøguligt hjá okkum.

(Partur av hesum skrivi er eisini við í hoyringsskrivinum hjá Felagnum Línuskip.)

Eg skal gera vart við at Fiskimálaráðið / Løgtingið áhaldandi hevur gjørt vinnuumstøðurnar hjá okkum truplar. Her kunnu nevnast: Áhaldandi lækkandi fiskidagar, víttfevndar økisfriðingar, ikki loyvt at landa meir enn 25% uttanlands í einum fýra mánaðar skeiði. Ikki møguleika at keypa dagar frá skipum í ikki hava brúkt 60% av døgunum. Trupult við at manna skipini. Ikki rætt til makreltilfeingið eins og eitt nú partrolarar, trolbátar o.o.

Uppusølubúðin er bluff

Eg kann als ikki góðtaka, at tað sum er omanfyri 10.000 tons av toski, er nýggj rættindi og sum kann fara á uppusølu. Frá 1971 til 2001 var miðalveiðan undir Føroyum 26.499 tons av toski. Hýsuveiðan var 14.064 tons. Frá 2002 til 2015 var Føroyska veiðan undir Føroyum av toski í miðal 15.206 tons og av hýsu 10.201 tons

Eisini vil eg vísa á, at fleiri skipabólkar hava fingið nýggj makrelrættindi og tí er teirra fíggjarorka til at bjóða á eini uppusølu munandi størri enn okkara møguleikar. Herundir er uppisjóðarflotin sera kapitalsterkur og kann hann eisini bjóða mótið okkum uppá týðandi fiskasløgini tosk og hýsu.

Um útróðrarflotin er undir fiskidagaskipan so eru enn færri møguleikar hjá okkum at keypa tosk og hýsu ?

Landið hevur tikið dagar uttan endurgjald

Landið hevur seinastu árini tikið nógvar dagar frá línuskipunum og hevur hvørt línuskip mist lángt omanfyri 100 fiskidagar. Hví vil Fiskimálaráðharrin hava nýggjar inn í vinnuna, tá ið hann saman við Løgtinginum hevur rikið so nógv partafeløg – vinnurekandi = Línuskip úr vinnuni og bara í línuflotanum eru eini 150 størv horvin tey seinastu árini

Førdi fiskivinnupolitikkurin hevur fullkomiliga tikið vinnugrundarlagið undan flestu línuskipunum  og vil eg harðliga átala tey skilaleysu inntriv í verða gjørt í nýggja fiskivinnuuppskotinum og skilji eg als ikki, hví man ætlar at gera okkara vinnuumstøður enn verri enn tær longu eru.

Eisini er tað hugstoytt at vita, at flest øll arbeiðarafeløg í Føroyum, Reiðarafelagið, fleiri búskaparfrøðingar, útlendskir professarar, og Fiskimannafelagið, Skipara- & Navigatørfelagið og nógv onnur hava víst á, at uppskotið er alt ov fløkt og víttefevnt og hartil gevur Fiskimálaráðharranum víttfevndar heimildir.

Alt í alt eitt fløkt og torskilt uppskot ið leggur enn fleiri byrðar og fótonglar fyri línuvinnuna og sum ikki ger tað lættari at virka hjá verðandi vinnufeløgum.

Og fyri meg er tað heilt óskiljandi hvønn fiskimálaráðharrin vil hava inn í vinnuna, nú heili 10 línuskip just eru farin úr vinnuni og harvið have fleiri reiðarar og fiskimenn mist teirra grundarlag í okkara botnfiskavinnu.

Óli M. Lassen, reiðari

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.