Home Fólk & Samfelag Tað sum vendir niður vendir upp

Tað sum vendir niður vendir upp

by OML

Tað er í 11. tíma, at almenn arbeiðspláss nú verða flutt út um landið. Tað hevur ongantíð áður verið so hastandi sum beint nú

Tað er bráneyðugt, um Føroyar sum land og ikki bara Havnin skal hava lív laga.

Fyri at viga upp móti missinum av øllum arbeiðsplássunum í fiskivinnuni, mugu 100-tals onnur arbeiðspláss skapast í Klaksvík. So fleiri almenn arbeiðspláss verður heilt avgjørt eitt krav. Um vit skulu hava økiskvotur í fiskivinnuni, so skulu vit hava økiskvotur aðrastaðni eisini.

Nú samgongan við Høgna Hoydal á odda, vil hava nýggja fiskivinnuuppskotið ígjøgnum, rakar hetta økið uttanfyri Havnina so hart sum ongantíð áður. Fiskivinnuuppskotið rakar motorarnar, lokomotivið í samfelagnum.

Bara fyri Klaksvíkina vil fiskivinnuuppskotið merkja ovurhonds stórt arbeiðsloysi. So stórt arbeiðsloysi, sum vit allarhelst ongantíð áður hava sæð.

Stjórin í JFK hevur verið úti og rópt varskó. Hetta var ikki ein hóttan, men ein staðfesting av veruleikanum. Um Kósin steingir, vil hetta merkja hundraðtals mist arbeiðspláss. Her eru sjálvandi allar hýrurnar eisini roknaðar við.

P/f Hvalnes, fer frá 90 arbeiðsplássum niður á 20-30 arbeiðspláss.

Hetta bara fyri at taka tvey tey størstu reiðaríini, sum eru í Norðoyggjum.

Fyri Klaksvíkar kommunu merkir hetta milliónavís færri krónur í kommunukassan.

Arbeiðsfeløg rópa eisini varskó.

Motorarnir í samfelagnum
Slagorðið er, at reiðarnir, eru blivnir so mikið stórir og sterkir, at teir eru ein vandi fyri fólkaræðið.

Hevði ikki ímynda mær, at nakar kundi koma sær at siga ella skriva slíkt um okkara røsku vinnulívsfólk.

Hesi sum eru motorarnir, lokomotivið í samfelagnum og sum skapa ovurhonds stór virðir til okkara samfelag og harðan valuta til landið.

Øll vita, at um vinnulívið í Nordurøkinum hevur tað gott, ja, so hevur samfelagið tað gott.

Samstundis, sum tá tað kemur til Havnina, so er onki meira natúrligt enn, at vit skulu hava EITT Campus, har øll tey lesandi skulu hava EITT umhvørvið.

Landssjúkrahúsið byggjast út fyri fleiri hundratals milliónir.

EIN leiðsla, alt stýrast frá EINUM staðið.

BankNordik, Glasir, Fróðskaparsetri, ongantíð ov stórt, og nóg nógv miðsavnað.

Men tá tað kemur til arbeiðsplássini hjá Palliba og Marsannu saman við fiskimanninum, tá fær pípan eitt annað ljóð,

– Einki er meira nátúrligt enn, at arbeiðsplássini hjá teimum fara á uppboðssølu.

Roynt verður at flyta fokus á, at reiðarnir eru ov stórir og eru til vanda fyri fólkaræðið?

Sannleikin er tó, at tá tað kemur til fiskivinnuna, skal hon partú pettast sundur.

Arbeiðsplássini hjá fiskimanninum og Palliba og Marsannu, sum búgva uttanfyri miðstaðarøkið, skulu á uppboðssølu.

Tað má verða lagnunnar speisemi, at hesi sum siga seg umboða vanliga arbeiðsmannin ikki unna honum eina virðiliga hýru.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.