Tað er ikki fiskidagaskipanin, sum er dumpa, tað er Havstovan

0
804
Savnsmynd 24.fo

Sum eg fleiri fer fyrr, havi skriva, um Havstovuna. Og  at Havstovan hevur villeitt  Fiskivinnunýskipanarbólkin og okkara politikkarar.  Havstovan hevur fleiri ferð, hesi seinastu árinini sagt, at ein góður árgangur av toski gjørdi, at toskurin kom aftur mitt í 90inum.

Eyðun Hansen, VestmannaTeir broyta og goyma upplýsingar sum passar teimum best. Eg havi funnið eina mynd av, toska yngulkanningum, sum teir nokk ikki vilja koma fram við.

So teir kunnu fáa politikkararnir at seta kvotur á.  Havstovan má góðtaka at toskurin við Føroyar gerð sum alt annað livandi, og fer eftir føðini, og kemur aftur tá ið meira føði er á grunnunum her.

Vit royndi  kvotur, frá 10 mars 1994 til 1 juni 1996. Men tær máttu avtakast, áðrenn kvotu árið var liðugt, tí at í  apríl 1994 kom nógvur toskur kom aftur,tað var uttan nakra víðari frágreiðing frá Havstovuni. Landingarnar sum vóru undir kvotaskipanini, vísa at næstan ongir 4 og 5arir komu uppá land.

Havstovan hevur ofta sagt, at av gýtingini 1992 og 1993 kom nógv undan. Tað var tá toskastónurin var ringast fyri.

Eg havi hugt eftir blaðgreinum sum fiskiransøknarstovan hevur skriva frá 92 til og við 1996 og hava teir onki  um nakran góðan árgang, men í 1996 skriva teir at ongin smáur toskur er, tað bert er stórur toskur. So tað má ikki fiskast ov nógv.

yngulkanningar83-95

 

Eg havi eisini skriva, um royndirnar hjá Magnusi Heinason, har næstan allar uppruna tekningar, av lemmum og trolútgerð, av ókendum orsøkum, ikki eru at finna.

Eg skrivaði eisini at ljóð-royndir ongantíð vóru tiknar, tá vóru fólk frá Havstovuni í útvarpinum 01.07.2015. og søgdu at tað var ikki prógva at ljóð stygdi fisk.

Eg havi ikki nakað ímóti, at Havstovan fær eitt nýtt skip, men teir eru dumpaðir so dyggiliga í yvirlitstrolingunum. So har má vinnan, eisini fáa loyvi at gerða yvirlitstrolingar.

Eftir at eg byrjaði, at vísa á trupulleikarnar, við royndunum hjá Havstovuni, hava teir av ókendum orsøkum, tikið burtur niðurstøðuna í greinini, ið var at finna á teirra heimasíðu.

Del1-fiskeri-grein

Diskusjon

Diskusjon-fiskeri
Her hava fiskimenn, so eisini nógvar royndir, sum vísa, at upsi styggist meira av óljóði, enn toskur gerð

Ongin trolari hevur fiska á Føroya Banka síðani 1986 tá var gott fiskarí har. seinast línubátar vóru Føroya Banka var í 2007 og  tá var rokfiskarí har.

Síðani tá hevur Havstovan einsamøll, umsiti  Føroya Banka, eftir teirra kanningum er støðan  nógv versna. Eftir at ongi onnur skip ikki sluppu at fiska har.

– Lucas Debes var  prestur í Havn frá 1651 og í 1670 bleiv hann próstur og Rektari við latínskúlan

– Føddur í Stubbekøbing og doyði í 1675 bert 52 ára gamal.

Har kan man lesa á s. 71 og s141 fiskaloysi í nógv ár 1632 og um brævið til kong sent 23 apríl. Um at fáa hjálp, av tí at tað var fiskaloysi og hungursneyð.

Í aðru útgávu í bókini  hjá  Andreas Weihe, SØGA OG SØGN á síðunum 109 – 11, kann man lesa um hungurs árini frá 1808-09.

Man kann lesa um, at gamlir kíkar og homlubond, vóru bloytt og  kókað til matna. Við tarabløðum í munninum, lógu fólk deyð her og har niðri í fjøruni.

Her verur tosa um onnur fiskaloysi, árstølini veit eg ikki heilt, men meti, at eitt er um 1760-65.

Tí Óli á Grunnlendi, sum var 18 ár í 1767 og tá var tað fyrstu ferð hann sá eina hýsu. Skjótt eftir hetta, var ørgrynna av hýsu at fáa.

ROBERT JOENSEN Útróður 1845- 1945 s.6

Fiskivinna-brot-RobertJoensen

 

Eg havi eisini funnið, nógv meira upplýsingar, um fiskaloysi ígjøgnum fleiri øldir

 

Um fiskifrøðingar høvdu verði  frá ár 1600 og til dags dato, høvdu teir ikki kunna broytt uppá natúruna og fiskiskapin. Men teir vera noyddir at siga, at tað er ovurfisking, fyri at fáa tað at passa inn í teirra lærdóm.

 

Áðrenn fiskidagaskipanin kom, roknaði fiskifrøðingarnir út, hvussu nógvir fiskidagar skuldu ásetast, so bleiv ein trygdar faktorur uppá, 20 % trektur frá. Men longu frá fyrsta árið, royndi Havstovan at minka um dagarnar og tað gera teir enn, sjálvt um ½ av grunninum eru stongdir og veiði trýsti er minka, niður í onki.

 

At fleiri 1000 tons av sild og makreli koma inn á Føroysku grunnarnar eftir gýtingina hjá botnfiskinum. hevur fleiri ferðir, so nógva ávirkan á botnfiskastónanar enn tað sum blívur fiska

 

Inni á heimasíðuni hjá Havstovuni, er ringt finna nakrar stónsmetingar, og yngul kanningar frá 1991 til 1998 hví tað er, veit eg ikki. Men okkurt er at finna, á netinum.

 

Eg havi siglt við fiskiskipum í nógv ár bæði sum dekkari, stýrimaður og skipari, og havi fylt val við fiskaríið, so eg veit hvat eg skrivi um.

 

Eg sigldi eisini undir kvota skipanini og veit at hon var óbrúkilig.

 

Tað eru nógvir búskapar og fiskifrøðingar spurdir um hetta. Men ongir serfrøðingar. Tí verður uppskotið sum ferð í tingi,r4t5yu7io0t5ghyu7i89 ongantíð gott

 

Tey lesara brøvini, sum eg havi skriva fyrr, hevur Havstovan so ikki avvíst nakað av tíð, sum eg havi skriva, so veit eg ikki, hvussu blívur hesaferð.

 

Vestmanna 17 02 2017

Eyðun Hansen