Sera væleydna kafékvøld hjá Havnar Framburðsfelag

0
605

Týskvøldið 7. Februar hevði Havnar Framburðsfelag kafékvøld í Bládýpi.
Fitt av fólkið hevði leitað sær á kafé, útvið 50 fólk, og umframt eina spennandi skrá var høvi til prát og hugna. Á skránni var m.a. at Annika Olsen, borgarstjóri og Bogi Andreasen, býráðslimur greiddu frá arbeiðinum hjá nývalda býráðnum í Tórshavnar kommunu.

Eisini vóru umboð fyri Føroya Sjósavn á Argjum og greiddu frá teirra dagliga arbeiði og somuleiðis framtíðar útbyggingar ætlanum fyri Sjósavnið.

Alt í alt eitt framúr kvøld í røttum fólkaflokks anda.