Selmar Jacobsen lagt frá sær.

0
884

Skúlastjórin í Sankta Frans skúla seinastu 20 árini, Selmar Jacobsen, takkaði fyri seg á samkomu í gjár, nú hann legði frá sær. Væl av fólki vóru samankomin í høllini í Sankta Frans skúla at heilsa uppá Selmar, nú hann gavst sum skúlastjóri.

Annika Olsen, borgarstjóri, harmaðist um, at nú hon á fyrsta sinni vitjaði Sankta Frans skúla sum borgarstjóri, skuldi møta Selmar í hurðini á veg út.

Selmar varð føddur 3. januar 1950 á Morskranesi, konan er Jenny Lydersen, ættað av Kirkju. Tey bæði hava hús á Kirkju og dáma avbera væl í Fugloynni, har tey plaga at velta epli og røtur.

Selmar tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1980 og var fyrstilærari á Viðareiði 1980 – 97 og hevur verið skúlastjóri í Sankta Frans skúla síðan 1997. Jenny er deknur í Vesturkirkjuni og Selmar er viðhvørt klokkari.

Selmar og Jenny eiga fimm børn og fleiri abba- og ommubørn. Tey eru sera familjukær, so tað stendur ikki á at vitja bæði børn og barnabørn uttanlands.

Annika Olsen segði í stuttari røðu, at skoðsmálið, sum Selmar fær frá sínum starvsfeløgum, er einastandandi. Serliga leggja tey dent á, at hann hevur stórtrívist millum næmingarnar, at hann hevur verið sera sjónligur í skúlanum og hvør einasti næmingur á skúlanum kennir hann.

– Tú ert tann góði lærarin, sum næmingarnir koma til og tað eru nógvir hundrað næmingar, sum seinastu 20 árini hava havt tann framíhjárætt at hava teg sum lærara og skúlastjóra.

– Tá tað er sagt, so siga tínir starvsfelagar eisini, at hóst tolnið við børnunum, so ert tú so sera bráður av lyndi, tingini mugu ikki draga út, men skulu henda her og nú. Og tað kann hava sínar fyrimunir, bæði í samskifti við tínar starvsfelagaðar og ikki minst í samskifti við kommunala og almenna myndugleikan, segði borgarstjórin m.a.

Annika Olsen takkaði vegna Tórshavnar kommunu fyri trúgva og góða tænastu og handaði gávu og heilsan.

Kelda & myndir:torshavn.fo