Home Vinnutíðindi KJ gjørt sáttmála um tvíkilju til Bakkafrost

KJ gjørt sáttmála um tvíkilju til Bakkafrost

by OML

KJ og Bakkafrost undirskrivaðu í gjár sáttmála um bygging av einari nýggjari tvíkilju.

Tvíkiljan, sum verður nýbygningur nr. 48 hjá KJ, er 15,5 m long og 7 m breið.  Hon verður lagað til føroyska veðurlagið og annars eftir tørvi og ynskjum hjá Bakkafrosti.  Hon verður útgjørd við einum Palfinger PK50002 krana, tveimum IVECO høvuðsmotorum, einum IVECO hjálpimotori og 10 tons deksspæli – og annars við allari nautiskari útgerð, arbeiðsrúmi, messu, WC og klædnarúmi.

Stutt undan jólum bleiv ein líknandi tvíkilja sum fekk navnið Óðin handað Marine Harvest í Sandoynni.

KJ hevur eisini undirskrivað sáttmála við eitt íslendskt alifelag, um bygging av einari tvíkilju – nýbygningur nr. 47 hjá KJ.  Tann tvíkiljan verður 14 m long og 7 m breið og verður leverað íslendingum á vári 2017.

Frammanundan eru nýbygningar nr 45 og 46 í gerð á Kambsdali. Tær tvíkiljurnar eru 13 ferðir 6 metrar og verða handaðar alifelagnum, Luna, í fyrsta ársfjórðingi 2017.

Sostatt eru 4 tvíkiljur í gerð hjá KJ í 2017 har tann seinasta skal leverast í juli.  Á KJ siga tey annars, at fleiri fyrispurningar eru úr útlandinum um bygging av tvíkiljum.

Samanumtikið sær 2017 út til at blíva eitt spennandi ár hjá KJ.

Savnsmynd

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.