Home Fólk & Samfelag 3 Sjúkrahús og 3 leiðslur

3 Sjúkrahús og 3 leiðslur

by OML

Sjáldan hoyrir man so góða og greiða talu frá einum politikara sum tá Bjørn Kalsø í kvøld var á skíggjanum hjá Degi & Viku – hóskvøldið 5-1-2017.

Eitt sjúkrahús skal hava eina leiðslu á staðnum sum kann taka avgerðir og ábyrgd av virkseminum á einum sjúkrahúsið. Eitt sjúkrahús skal eisini hava fólk til arbeiðis alt døgnið ella er tað ikki eitt veruligt sjúkrahús. Nakað soleiðis stendur tað eftir sum løgtingsmaðurin úr Norðoyggjum segði.

Hetta er í trá við lærubøkurnar,  um sjálvstýrandi eindir ið hava ábyrgd og kunnu taka sjálvstøðugar avgerðir. At sjúkrahúsverkið verður verri av at vit hava 3 leiðslur er ilt at skilja. Men sjálvandi skal alt sjúkrahúsverkið og ikki minst kommunulækna tænastan og sjúkrahúsverkið arbeiða saman.

Óli M Lassen – 24.FO

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.