Home Fólk & Samfelag Vinnan skal skapa vøkstur í samfelagnum!

Vinnan skal skapa vøkstur í samfelagnum!

by OML

Fólk & Samfelag: Tað er vinnan sum skal skapa vøkstur í samfelagnum. Hetta skrivar Jacob Vestergaard, ið formaður fyri tingmanning fólkafloksins og fyrrverðandi fiskimálaráðharri.

Vit endurgeva her grein frá 24timar.com frá 2012

13-02-12 19:32, Óli M. Lassen

Tað er vinnan sum skal skapa vøkstur í samfelagnum!

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið í miðlunum um tilfongisgjald á fiski, serliga á makreli, og hava bæði leik og lærd tikið lut í hesum kjaki.
Teir somu búskaparfrøðingarnir, teir sum standa aftanfyri og stuðla uppskotinum hjá Tjóðveldi um nýskapan av fiskivinnuni, eru alla tíðina at síggja og hoyra, antin sum greinskrivarar ella sum viðmerkjarar til alt, sum hevur við fiskivinnuna at gera.
Dagskráin er greið, endamálið er at sannføra politisku skipanina um, at tað besta fyri samfelagið er, at flyta pengar frá fiskivinnuni í landskassan.
Hetta hevur partvíst eydnast, tí tað eru politikarar sum í ramasta álvara tosa um, at tað fer at menna fiskivinnuna og samfelagið, um fiskur verður seldur um uppboðssølu ella álagdur verður tilfongisskattur.

Kjakið um tilfongisskatt/uppboðssølu hevur verið rættuliga einstáttað, hóast onkur hevur roynt at snúgva kjakinum, men beinanvegin hava somu búskaparfrøðingar lagt uppí, og saman við teimum altvitandi viðmerkjarunum hjá kringvarpinum, roynt at fingið kjakið aftur á somu einstáttaðu kósina, har einasta loysnin er tilfongisskattur og uppboðssøla.

Fiskivinnan er ein hárisikovinna, har nógv viðurskiftir eru, sum fiskimaðurin og reiðarin onga ávirkan hava á og ikki kunnu gera nakað við.
Nevnast kunnu fiskaprísir og prísur á olju, sum broytast frá einum degi til annan. Veður og onnur náttúruviðurskiftir, sum gera, at nøgdirnar av ymisku fiskasløgunum broytast alla tíðina.
Hetta eru umstøður, sum føroyska fiskivinnan altíð hevur liva undir.

Tilfongisskattur og uppboðssøla fer at gera, at tá tað gongur gott í vinnuni, fer landskassin avstað við yvirskotinum, meðan vinnan sjálv má bera tær ringu tíðirnar.
Hetta fer við tíðini at taka grundarlagið undan vinnuni. Vinna má í góðum tíðum hava møguleikan at leggja niðurfyri, fyri at kunna klára seg, tá tíðirnar blíva verri.

Fiskivinnan er hvønn dag í einari harðari kapping, har marknaðartreytirnar ráða fyri, ofta undir truplum umstøðum, at fáa so gott úrslit sum møguligt, fyri at tryggja framtíðar rakstur og menning.

Tað er vinnan, sum við sínum virksemi, skal skapa vøkstur í samfelagnum. Tí má vinnan sleppa at tjena pengar. Um vit leggja gjald á vinnuna og flyta partar av vinninginum í landskassan, tosað verður um eina 3-sifraða milliónaupphædd, forða vit fyri menningini, tí landskassin er ikki førur fyri at skapa vøkstur í samfelagnum – tvørtur ímóti.
Vinnan dugur betur at nýta vinningin til nýskapan og vøkstur, til frama fyri alt samfelagið, enn landið dugur.
Skulu vit framhaldandi hava eina framkomna fiskivinnu, sum er treytin fyri at verða í fremstu røð, má vinnan hava møguleikan at endurnýggja seg alla tíðina.
Fleiri pengar vit flyta frá fiskivinnu beinleiðis í landskassan, truplari verður tað hjá vinnuni alsamt at hava tey bestu og mest framkomnu framleiðslutólini, bæði á sjógvi og landi.

Føroya land hevur verið og er vælsignað við fólkum, sum við dugnaskapi hava megnað at skapa virðir til samfelagið burturúr fiskiríkidøminum. Tað er serliga fiskivinnuni fyri at takka, at vit kunnu kalla okkum eitt framkomið vælferðarsamfelag.

Tað er hugaligt at síggja, hvussu fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, spennir seg út, fyri at taka ímóti teimum avbjóðingunum, sum eru fyri framman.
Hetta letur seg gera, tí vinnan hevur havt møguleikan at tjena pengar.
Um landið á hvørjum árið var fari avstað við einari 3-sifraðari milliónaupphædd, beinleiðis frá vinnuni inn í inneffektiva landskassan, høvdu vit ikki sæð tey initiativur, sum eru kring alt landið í dag.
At vit hava eina vinnu, sum av álvara tekur kappingina upp við peningasterku fyritøkurnar uttanlands, er gleðiligt og gevur okkum mót uppá framtíðina.

Tað hevur alstóran týdning fyri Føroyar, at vit hava sterkar vinnufyritøkur, sum kunnu verða við til at lyfta virksemi kring alt landið.
Vit bera ikki orð fyri at duga so væl at standa saman, og ofta hevur verið tvídráttur ímillum ymisku økini í landinum. Hetta er við at broytast og tað er gott. Føroyska fiskivinnan hevur brúk fyri, at allar góðar kreftur standa saman og arbeiða saman, óansæð hvar tær koma frá í landinum, við tí felags endamáli, at fáa sum mest burturúr til føroyska samfelagið.
Henda broyting hevur gjørt, at tær peningasterku føroysku fyritøkrnar eru vit til at stuðla og menna virksemi kring alt landið.

Vinnan hevur sett sær fyri, at øll virðisøkingin av føroyska fiskinum skal fara fram umborð á føroyskum skipum og uppi á landi í Føroyum.
Hetta eru risa framstig fyri føroyska samfelagið, og eru hetta íløgur, sum kosta fleiri hundrað milliónir krónur. Hetta hevði ikki kunna lati seg gjørt, um landskassin á hvørjum ári hevði tikið eina 3-sifraða milliónaupphædd frá fiskivinnuni.

Vinnan ger á sama hátt sum altíð, nýtir vinningin til íløgur kring alt landið, og skapar hetta inntøkur til alt samfelagið. Tilfongisrentan verður nýtt til virksemisskapandi íløgur, júst soleiðis sum tað skal verða.
Hetta er tað sum samgongan hevur lagt upp til í samgonguskjalinum, og vinnan hevur tikið tað til eftirtektar.

Virðisøking av føroyskum fiski uppi á landi í Føroyum, er tað sum gevur samfelagnum og harvið landskassanum størstu inntøkurnar.
Virðisøkingin skapar arbeiði til nógvar hendur, frá tí at fiskiskipini koma til lands við rávøruni, til lidna vøran verður avskipað.
Eitt framkomið virki hevur, umframt vanlig arbeiðsfólk, brúk fyri handverkarum og teknikarum at ymiskum slag. Umframt hetta, er ein ørgrinna av avleiddum virksemi, fyri at halda skip og virkir gangandi.
Hetta skapar inntøkur til tænastuvinnuna, til veitarar av ymiskum slag, til kommunukassan og ikki minst til landskassan.

Gongur tað gott og skipini og virkið fær yvirskot, megnar fyritøkan at fylgja við tøknuligu menningini, og endurnýggja seg, sum er fyritreytin fyri at verða við íi kappingini.
Skuldi tað hent, at peningur leyp av, og tað ger tað viðhvørt, kundi tað hugsast, at fyritøkan royndi nýggjar leiðir, møguliga við at virðisøkja tilfongið enn meira, ella at byrja heilt nýggjar vinnur.
Vit hava jú sæð, at føroyskar fyritøkur, sum hava tjent pengar í fiskivinnuni, hava verið stabiliserandi fyri føroysk feløg, sum bjóða seg fram uttanfyri landoddarnar, m.a. í oljuvinnuni.

Onnur feløg, sum hava vunnið pengar í fiskivinnuni, gera stórar íløgur í frálandavinnuna, og soleiðis kundi ein hildi áfram. Alt átøk og frambrot, sum gagnað føroyska samfelagnum og flyta okkum enn longur fram á leið.
Um landið á hvørjum ári fer at flyta eina 3-sifraða milliónaupphædd frá fiskivinnuni inn í landskassan, fer tað ikki bert at darva menningini av fiskivinnuni, men allari menning av samfelagnum.
Tey, sum halda, at landskassin skal hava alla tilfongisrentuna, og at vinnan skal hava avmarkaðan vinning/yvirskot, liva í einari farnari tíð, tá fleiri hildu, at staturin/landskassin skuldi eiga vinnutólini og standa fyri øllum vinnuligum virksemi.

Lat okkum geva vinnuni bestu karmarnar at virka undir, og lata vinnuna fáa loyvi at tjena pengar, so vit eisini í framtíðini, kunnu kalla okkum eina framkomna fiskivinnutjóð.
Vit standa frammanfyri stórum avbjóðingum. Bera vit okkum rætt at, og tað vóni eg at vit gera, kunnu vit styrkja alla fiskivinnuna, og fáa munandi størri inntøkur til samfelagið.
Tað er vinnan, sum skal skapa vøkstur.

Jacob Vestergaard

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.