Home VinnutíðindiFiskivinna Kæra um landsstýrismannin í fiskivinnumálum

Kæra um landsstýrismannin í fiskivinnumálum

by OML

Hervið heitir MÚ á landstýrismannanevndina um at kanna embætisførsluna hjá landsstýris-manninum í fiskivinnumálum í samband við viðgerð og framløgu av lógaruppskoti nr. 1/2016 um árliga ásetan av fiskidøgum fyri fiskiári 2016/17.

Kært verður um:

  1. Brot á LVF § 22, stk. 4[1] um serstaka upplýsingingarskyldu í sambandi við ásetan av fiski­døgum/fiskirættindum
  2. Óviðkomandi og ófullfíggjaða eftirkannan av heimildargrundarlagnum fyri íverksetan av átøkum og diskriminerandi inntrivum
  3. Villleiðing av løgtinginum

tinganes-flag

 

 

Kæran kann lesast her:

———————————————————–

 

MEGINFELAG ÚTRÓÐRARMANNA

740 Hvannasund

Tel +298 589777

Teldup.: pimmi@olivant.fo                                                        Hvannasund, 13. desember 2016

 

 

Landstýrismannanevndin

Løgtingið

Tinghúsvegur 1-3,

Postsmoga 208,

100 Tórshavn

 

Kæra um landsstýrismannin í fiskivinnumálum

Hervið heitir MÚ á landstýrismannanevndina um at kanna embætisførsluna hjá landsstýris-manninum í fiskivinnumálum í samband við viðgerð og framløgu av lógaruppskoti nr. 1/2016 um árliga ásetan av fiskidøgum fyri fiskiári 2016/17.

Kært verður um:

  1. Brot á LVF § 22, stk. 4[1] um serstaka upplýsingingarskyldu í sambandi við ásetan av fiski­døgum/fiskirættindum
  2. Óviðkomandi og ófullfíggjaða eftirkannan av heimildargrundarlagnum fyri íverksetan av átøkum og diskriminerandi inntrivum
  3. Villleiðing av løgtinginum

 

Gongdin í málinum

  • august., (millum aðru og triðu viðgerð av lógaruppskotinum) biður MÚ um innlit í viðgerðir í ráðnum í samband við lógaruppskotið (skjal 1)
  • sept. svarar Fiskimálaráðið fyrispurninginum frá 17. august og staðfestir, at alt viðkomandi tilfar er framlagt saman við lógaruppskotinum. Viðheft er tó eitt “løg-frøðiligt upprit um ásetan av fiskidøgum fyri 2016/17”, dagfest 15. juli (skjal 2)
  • sept.: Aftursvar frá MÚ til Fiskimálaráðið viðvíkjandi svarinum upp á innlitsumbønina. MÚ er ikki nøgt við svarið og grundgevur fyri hesum (skjal 3)
  • sept.: Fiskimálaráðið svarar MÚ (skjal 4)
  • okt.: Svarskrift frá MÚ, har biðið verður um innlit í alt mál 16/00439 (skjal 5)
  • okt. partvíst innlit verður givið í mál 16/00439. Málið inniheldur 18 skjøl, innlit verður givið í 10 skjøl. Nýtt er viðmerking til lógaruppskotið frá løgdeildini á Løgmans-skrivstovuni  (skjal 6)
  • Skjal 7, yvirlit yvir FMR mál nr. 16/00439

 

Grundarlag fyri klaguni

MÚ dugdi ikki at síggja samsvar millum øðrumegin endamálið við § 22 (árliga lívfrøðiliga grundaða ásetan av fiskidøgum) og hinumegin tey inntriv, sum lógaruppskotið legði upp til (rættindaforskjótingar og diskriminatión av feløgum).

 

Soleiðis sum lógaruppskotið var snikkað saman gekk MÚ út frá, at viðgerðir vóru gjørdar í ráðnum við atliti til verandi lóggávu, men sum ráðið av misgáum ikki hevði viðheft sum neyðugt upplýsandi tilfar til løgtingið og sum sambært § 22, stk. 4 skal fyriliggja. MÚ bað tískil Fiskimálaráðið um innlit í hesar viðgerðir.

 

Ráðið svarar 6. sept, at alt tilfar í málinum lá saman við lógaruppskotinum. Kortini fekk MÚ innlit í eitt løgfrøðiligt upprit, dagfest 15. juli. Uppritið staðfesti, at landsstýrismaðurin hevði í hyggju í mestan mun at fylgja teimum átøkum, sum verða skotin upp í tilmælinum frá Havstovuni, og uppritið viðgerð í roynd og veru tilmælini frá Havstovuni við atliti at ásetingini í donsku grundlógini um ognartøku, grl. §73, og ikki sambært lógina um vinnuligan fiskiskap.

 

Trupulleikin við hesum er, at Havstovan sambært § 22, stk. 2 skal fyrihalda seg til lívfrøðilig og ikki rættarlig viðurskifti og er sum so frítt stillað at tilmæla:

  • fiskidagar komandi fiskiárið og
  • hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið

Tað framgongur beinleiðis av § 22, stk. 2, at “Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt

Tískil stendur tað Havstovuni frítt – út frá einari lívfrøðiligari meting – at tilmæla diskrimi-ner­­andi átøk ella at verandi rættindaskipan í lógini verður avlagað við at tilmæla asymmetr­iskan niðurskurð fyri bólkar av feløgum, burðardygga hjáveiðu av hóttum fiskasløgum gald­andi fyri ávís feløg ella at “luftin í skipanini” (t.e. ófiskað toska- og hýsurættindi) er ein størri hóttan móti hesum stovnum enn faktisk fiskað rættindi og tískil endaliga skal takast úr skip­an­ini.

 

MÚ staðfesti, at lógaruppskotið um fiskidagar, sum landsstýrismaðurin hesa ferð legði fyri løgtingið, í roynd og veru er ein kollvelting av verandi lóggávu og rættindaviðurskiftum í henni. Lagt var m.a. upp til, at:

  • yvirskipaða lutfalsliga atgongdin til føroyska botnfiskatilfeingið verður forskotin til fyri­muns fyri ávísan bólk av feløgum (eigarum av ávísum fiskiførum)[2] og at hettar verð­ur gjørt uttanum § 28[3]
  • eitt nýtt hugtak um “burðardygga hjáveiðu” av hóttum høvuðsfiskasløgum verður knæ­sett, men at hettar bert er galdandi fyri ávísar bólkar av feløgum[4]
  • ein nýggj skipan (sokallaða buffaraskipanin, § 29, stk. 11- 14) – sum bert er galdandi fyri avísar bólkar av feløgum – verður knæsett
  • eitt nýtt og í lógini ógreinað hugtak (’luft í skipanini’) verður sett í verk og brúkt sum grundarlag og amboð fyri frátøku av bólkarættindum (§ 28) og individuellum rætt­ind­um (§ 29), men at hettar bert er galdandi fyri feløg, sum varða av fiskiførum í bólk­un­um 3, 4 og 5
  • bert tey feløg, sum varða av fiskiførum í bólkunum 3, 4 og 5, gjalda prísin fyri endirreisnina av toska- og hýsustovnunum
  • tey feløg, sum í mestan mun hava gjørt nýtslu av tí møguleika, sum fiskidagaskipan stuðlar uppundir, nevniliga at umseta atgongdina til tosk/hýsu (innara leið) við at­gongd til annað tilfeingi á ytru leið, í roynd og veru verða harðast rakt av lógarupp­skotinum
  • lóggivið verður afturvirkandi ella við tí, sum kann síðustillast við afturvirkandi, uttan at feløg hava havt møguliga at tillaga sítt virksemi

MÚ er av teirri fatan, at í roynd og veru var talan um, at tey átøk, sum Havstovan hevði mælt til, meir ella minni av Fiskimálaráðnum beinleiðis vórðu umskrivað til lógartekst.

 

Ein grundleggjandi fyritreyt fyri íverksetan av átøkum úr einum tilmæli inn í verandi lóggávu má sum minstamark vera, at átøkini eru lóglig og sambærilig við verandi lóggávu.

 

Tá hetta ikki framgekk – hvørki av viðmerkingum til lógaruppskotið ella av øðrum viðløgdum, upplýsandi tilfari – sendi MÚ innlitisumbønina til Fiskimálaráðið.

 

Spurningar í samband við kæru

  1. § 22 fevnir um lívfrøðiliga grundaðar ásetingar av fiskidøgum. Hvussu grundgevur landsstýrismaðurin fyri, at tørvur hevur verið á at viðgjørt  § 22 ásetingar við atliti at ognartøku/Grl. 73? (skjal 2)
  2. Hvussu grundgevur landsstýrismaðurin fyri, at skjal 2 ikki er lagt við lógarupp-skotinum samsvarandi § 22, stk. 4?
  3. Hvussu hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at heimild er í lógini um vinnuligan fiskiskap fyri teimum átøkum, sum verða skotin upp, herundir forskjótingum av atgongd til tilfeingi millum bólkar av feløgum? Er nakað upprit gjørt hesum viðvíkj­andi?
  4. Havandi í huga, at talan sambært landstýrismanninum er um neyðug lívfrøðulig átøk og ein spurningur um endurreisn av toska og hýsustovnunum, hvussu grundgevur landsstýrismaðurin so fyri, at:
  1. feløg,  sum varða av fiskiførum í bólki 2 varðveita síni rættindir til tosk og hýsu, tí talan um eitt slag hjáveiðufiskasløgum hjá hesum bólki?
  2. feløg, sum varða av fiskiførum í bólki 3, 4 og 5 umframt at verða skerd í atgongdini til høvuðsrættindi tosk og hýsu eisini verða skerd í sínari atgongd til tilfeingið á ytru leið?
  1. Hvussu grundgevur landsstýrismaðurin fyri, at hann – fyri at røkka teimum lívfrøðiligu atlitunum – ikki hevur brúkt og útbygt tær heimildir, sum longu eru í lógini fyri nettup at stýra fiski­skapi hjá fiskiførum (§29, stk. 3[5] og 9, stk. 1, (nr. 1)[6] og sum ikki hevði skeiklað verandi rættindaskipan millum bólkar av feløgum í lógini?
  1. Hvussu grundgevur landsstýrismaðurin lívfrøðiliga fyri, at m/tr. Jaspis OW 2387, sum fiskiárið 2015/16 fiskaði 83,9 tons av toski og 27,2 tons av hýsu sambært lógarupp-skot­inum ótarnaður sleppur at halda fram, meðan m/b Havsbrún XPXD, sum fiskiárið 2015/16 fiskaði 3,9 tons av toski og 0 tons av hýsu, verður skorin í sínari atgongd til alt tilfeingi, e. eisini annað tilfeingi enn tosk og hýsu (ytru leið)?
  1. Hvussu grundgevur landsstýrismaðurin fyri, at heimild er fyri at lóggeva aftirvirkandi ella tí, ið kann síðustillast við tað? Sí skjal 6 (viðmerkingar frá Løgdeildini á Løgmans-skrivstovuni). Er nakað upprit gjørt hesum viðvíkjandi?

 


Samanumtikið

Fiskimálaráðið er evsti fyrisitingarmyndugleiki og hevur tí vitan, førleika og royndir, ið eigur at geva tingfólkum grund fyri at halda, at mál haðani eru fyrireikað á slíkan hátt, at tey eru búgvin at viðgera. Eitt nú eiga tingfólk at kunna ganga út frá, at heimildirnar fyri tí, ið skotið verður upp, eru í lagi.

 

Við at lata tinginum málið partvís uttan at upplýsa tingið við øllum skjølum, sum eru til taks í málinum, og partvís – at síggja til – uttan at hava viðgjørt heimildargrundarlagið fyri teimum átøkum, ið skotin verða upp, so hevur landsstýrismaðurin tilvitað ella ótilvitað villeitt Løgtingið. Tað er tí uppfatanin hjá MÚ, at tingfólk í roynd og veru hava viðgjørt og atkvøtt í blindum í hesum máli.

 

Grundað á omanfyristandandi verður heitt á Landstýrismálanevndina um at taka málið upp sambært teimum heimildum, ið nevndin hevur.

 

 

Vegna Meginfelag Útróðrarmanna,

 

Absalon í Buð

Formaður

 

[1] ”Stk. 4. Landsstýrismaðurin leggur uppskot fram til løgtingslóg sbrt. stk. 1, og gevur í viðmerkingunum til uppskotið frágreiðing við øllum upplýsingum av týdningi viðvíkjandi ásetingini av fiskidøgum.” (okkara undirstriking)

[2] Meðan feløg, sum varða av fiskiførum í bólkunum 3-5, uttan mun til faktiskar dispositiónir og fiskiskap í 2015/2016 sambært lógaruppskotinum verða avmarkað í sínari atgongd til alt botnfiskatilfeingið fiskiárið 2016/2017, so varðveita feløg, sum varða av fiskiførum í bólkunum (1) og 2, sína atgongd til alt tilfeingi.

[3] BS 838/1995 Fiskimálaráðið dømt í Føroya Rætti fyri óheimilaðum flytingum av botnfiskarættindum rættindum millum bólkar av fiskiførum (§ 28)

[4] Feløg, sum varða av fiskiførum í bólki (1) og 2, varðveita sína atgongd til toska- og hýsustovnarnar óbroytta, smb. Havstovuna og Fiskimálaráðið er talan um hjáveiðu.

Feløg, sum varða av fiskiførunum Karlamagnus og Havsbrún (bólkur 4) verða skerd í sínari atgongd til alt til-feingi, hóast teirra veiða fiskiárið 2015/2016 var samansett í lutfallinum 95-97 % upsi og 3-5 % toskur og annað, talva 2, skjal 1, fiskiárið 2015/2016

[5] § 29, stk. 3: “Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, tó undantikið fiskidagar, ásettir fyri ytru fiskidagaleið í høvuðsbólki 2, sbrt. § 28, stk. 1. Ásetta fiskidagatalið fyri høvuðsbólk 2 á ytru fiskidagaleið kann bert nýtast til fiskiskap á ytru fiskidagaleið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umbýti av fiskidøgum frá innaru til ytru fiskidagaleið. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan fráboðan til Fiskiveiðieftirlitið um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum, tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.”

 

[6] § 9, stk. 1: “Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at skipa fyri fiskiskapi hjá fiskiførum undir før­oyskum og fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum og fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi uttan fyri landleiðirnar og kann landsstýrismaðurin m.a. gera reglur um:

  1. 1)   Reglur verða gjørdar um hvussu fiskidagar á innaru fiskidagaleiðini verða býttir um við fiskidagar á ytru fiskidagaleiðini við neyvari tilskilan av kongafiski og svartkalva hjáveiðunøgd og fiskidagaskipan fyri fiskifør, sum hava serloyvir.”

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.