Home Fólk & Samfelag Nakað fleiri løntakarar seinastu tríggjar mánaðirnar

Nakað fleiri løntakarar seinastu tríggjar mánaðirnar

by OML

Í september vóru 25.429 løntakarar, árstíðarjavnað. Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur tað verið lítil vøkstur hvønn mánað, so í september vóru 100 fleiri løntakarar enn í summar.

 

Fiski- og alivinnan gongur upp og niður

Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Í fiski- og alivinnuni hevur tað verið eitt sindur upp og niður í ár. Frá januar til mars var framgongd, men so vóru færri løntakarar í fiski- og alivinnuni í alt summar, samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Í august vóru aftur fleiri, men nú í september vóru tað 50 færri í fiski- og alivinnu í mun til í september í fjør.

Byggivinnan hevur framvegis stóra framgongd. Bæði í tali av løntakarum og í prosentum er byggivinnan tann høvuðsvinnubólkur sum hevur størstu framgongd. Í september vóru 3.642 løntakarar í byggivinnuni, 251 fleiri enn árið fyri. Framgongdin er 7,4%.

Privatu tænastuvinnurnar eru vaksnar 2,5% seinasta árið, meðan almenn fyrisiting og tænastur er vaksin 1,5%.

Dagførd og útgreinað hagtøl um løntakarar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.