Fyrr í heyst legði landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, eitt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk. Uppskotið, sum fevnir um fleiri ymiskar broytingar, er nú samtykt av Løgtinginum.
Royndirnar, tey trý árini lógin hevur verið í gildi, hava víst, at ymsir tættir í lógini vóru neyðugir at tillaga, fyri at lógin skuldi virka betri. Í høvuðsheitum er talan um broytingar, ið skulu byrgja upp fyri, at einstakir persónar detta niðurímillum og ikki fáa tann stuðul, sum er neyðugur fyri at kunna fullføra eitt arbeiðsfremjandi tiltak. Men eisini gevur samtykta lógarbroytingin nýggj amboð í strembanini at fáa borgarar tættari at arbeiðsmarknaðinum. Tað vísir seg serliga trupult hjá fólki við sálarligum trupulleikum at fullføra eina arbeiðsfremjandi fyriskipan. Fyri at geva Almannaverkinum betri amboð at hjálpa hesum fólkum nærri at arbeiðsmarknaðinum, kann stuðul nú veitast til styttri sálarfrøðiliga viðgerð, sum hevur til endamáls at stuðla borgarum at handfara støður á arbeiðsplássunum ella útbúgvingarstaðnum.
Eisini fevnir lógarbroytingin um tillagingar í stuðulsveitingunum til persónar, sum eru í útbúgving, heimildin at veita serligt bústaðarískoyti verður víðkað, eins og betri trygd verður veitt kvinnum, sum eru í arbeiðsfremjandi tiltaki og gerast við barn, umframt aðrar broytingar, sum gera lógina greiðari.