Home Fólk & SamfelagPolitikkur Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í heilsu og innlendismálum.

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í heilsu og innlendismálum.

by OML

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í heilsu og innlendismálum.

1: Eftir fíggjarlógaruppskotinum  fyri 2017 fær  Suðuroyar sjúkrahús  2,2 % og Landssjúkrahúsið 2,0 % lønarframskriving, sum er  full lønarframskriving.  Men Klaksvíkar sjúkrahús fær einans  1,0 %.  Hví er Klaksvíkar Sjúkrahús fyri vanbýti ?

2: Kemur  hetta at merkja  sparingar  á Klaksvíkar  sjúkrahúsi ?

3: Landssjúkrahúsið sigur, at teimum manglar pening, hóast tey fáa fulla lønarframskriving. Hvussu  hongur hetta saman?

 

Samb. Fíggjarlógini fyri 2017, so fær KS ikki eitt oyra til íløgur.   Sum tað einasta av teimum trimum sjúkrahúsunum fær KS nú heldur  ikki eingang  fulla lønarframskriving .  Út frá hesum faktuellu veruleikunum er tað  tí sera torført at koma uttanum,  at talan her er um eina miðvísa niðurlaging  av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.  Tað kemst ikki uttanum, at hetta kemur at raka sjúkrahúsið meint. Hetta er ein smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Er politikkurin hjá reyðu samgongu snildisliga   bara at lata vera við at játta pening til sjúkrahúsið,  so tað   til síðst  ikki kann virka meir ?  Tað sæst best á fíggjarlógini 2017 hvat tey ætla, og so kann samgongan siga nakað annað.   Vit skulu hartil minnast til, at hetta er í bestu tíðum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eina sera ábyrgdarfulla leiðslu. Sum tað einasta av sjúkrahúsunum hava tey hildið seg innanfyri karmin í 2016. Skal hetta verða herðaklappið og tøkkin.

Vanliga fáa allir stovnar lønarframskriving automatiskt. Tað er ikki nakað sum stovnar skulu søkja um, ella koma við ynski um.  Hetta vísir seg tíverri ikki at vera galdandi fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.