Home Heim & Frítíð Børn í fátækraváða betri umstøður

Børn í fátækraváða betri umstøður

by OML

Børn í fátækraváða hava fingið ein munandi styrk seinastu árini. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt í einum fyrispurningi á Føroya løgtingi fyrrapartin.

– Hvørt barn, sum livir í fátækraváða í Føroyum, er eitt barn ov nógv. Okkara samhaldsfasta og ríka vælferðarsamfelag skal altíð stremba eftir, at okkara børn hava somu møguleikar, tá ið tey veksa upp. Nøkur týðandi stig eru tikin, men vit kunnu altíð gera meira, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður varð fyrrapartin ítøkiliga spurdur um, hvussu nógv ein støk mamma við tveimum børnum – einum barni undir skúlaaldur og einum barni yvir skúlaaldur – hevur fingið meira at liva fyri. Hennara ársinntøka varð sett til slakar 200.000 krónur um árið.

Løgmaður svaraði, at samanlagt fáa stakir uppihaldarar við tveimum børnum slakar 40.000 krónur meira um árið at liva fyri í 2017 sammett við 2015. Bøttu umstøðurnar stava frá fleiri ymiskum átøkum, sum millum annað landið, kommunurnar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava tikið stig til. Úr rúgvuni kann nevnast:

  • Skattafría familjuískoytið
  • Lønarhækkanin seinastu árini
  • Lækkaða kringvarpsgjaldið
  • Økti barnafrádrátturin hjá kommununum
  • Økti barnafrádrátturin hjá landinum fyri børn undir skúlaaldur komandi ár
  • Lækkaði kommunuskatturin
  • Lækkaði landsskatturin

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.