Home VinnutíðindiFiskivinna Húkaflotin og útjaðarin í kreppu

Húkaflotin og útjaðarin í kreppu

by OML

Fólk & Samfelag: Heldur enn at loysa trupulleikan í húkaflotanum hava teir í tinginum funnu maskinbyrsuna fram og skjóta í flokkin, uttan mið og mál. Er ynski at verja ungfiskin, so er at gera tað, er ynski at lækka skip í línuflotanum, so er at keypa skip úr flotanum. Føri ein vinnuvinarligan politikk heldur enn ein politikk, ið byggir á misskiljingar og ræðslu fyri framtíðini – tit mugu tora at liva og virka í hesum landið. Niðurskurður av døgum førir til færri inntøkur hjá landskassanum og ikki til fleiri inntøkur. Hetta skrivar Óli M. Lassen ið er reiðari og siviløkonomur.

17-08-11 10:07, Fróði Lassen – 24timar.com

– Endurprenta á 24.fo   25-11-2016

Hetta sum nú hendir ber als ikki til. Í dag eru eitt fátal av útróðrarbátum í vinnu og heldur hendan gongdin fram so liggja eisini fleiri línuskip. Vit tosa um meiri enn 500 arbeiðspláss á sjónum og hartil flakavinnuna o.a.
Hendan mýtan um menn liggja og selja fiskidagar má steðga. Teir bátar sum ikki rógva nógv út, hava ikki brúkt 60% av døgunum og kunnu tískil ikki selja dagar. Men hinvegin so hava nógv línuskip keypt dagar og Íslandskvotu fyri nógvar milliónir krónur, og tí ber ikki til hjá tí almenna at taka dagar frá hesum skipum og áhaldandi máa støði undir rakstrinum hjá hesum vinnufyritøkum. Tað ber heldur ikki til, at tosa um at fáa eina kapitalistiska skipan at virka betur, longu nú eru tað bert teir í hepnast best í fiskarí og leiðslu, ið yvirliva í vinnuni. Sjálvt við føroyskari manning og føroyskum hýrum og uttan útlendskar pengar.

Tíðin er komin at gevast at tosa um veiðutrýst og stovnstrýst og tosk og hýsu. Flotin má fáa frið, tað eru nokk av trupulleikum í náttúruni og á heimsmarknaðinum til at politikkarar aftur í ár leggja fótonglar fyri vinnuna. Heldur eiga politikararnar at spyrja seg sjálvan, hvussu fáa vit ment húkaflotan og givið skipum og bátum møguleika at yvirliva.
Frá 2001 til 2005 brúkti húkaflotin 148.377 dagar og frá 2006 til 2010 eru einans brúktir 76.356 dagar. Hetta eru heilir 72.021 dagar minni enn undanfarna fimm ára tíðarskeið.
Í 2003 fiskaði húka- og snelluflotin fyri 587 milliónir krónur og landaði 51 túsund tons. Í 2010 fiskaðu skipini einans góð 27 túsund tons og var sølan einans 323 milliónir kr. Hetta er heilar 264 milliónir verri enn í 2003.

Í 2001 vóru brúktir 33.325 fiskidagar og í 2010 eru einans brúktir 13.402 fiskidagar ellaslakir 20.000 færri fiskidagar. Sum talvan vísir so er fiskidagatalið lækka sera nógv og harvið veiðutrýstið. (Ikki tað sama sum stovnstrýst)

Samstundis sum veiðutrýstið lækkar, lækkar inntøkan og veiðan hjá landið og manning. Vilja tit lækka umsetningin hjá húkaflotanum enn meira, so er enn minni til landskassan. Talvurnar vísa púra greitt, færri fiskidagar minni veiða og minni pening til almennan rakstur.

Við førda fiskivinnupolitikkinum fer landið at mangla umleið 200 milliónir í landingarvirðið og umleið 300 milliónum í avleiddum vinnum, ella sagt á annan hátt, her manglar 500 milliónir kr. hvørt ár av førda fiskivinnupolitikkinum.

Makrelbarónarnir og kinesararnir og strámennirnir kom ongantíð at geva tykkum meira enn einar 100 milliónir krónur.

Annars var ætlanin at tey 120.000 tonsini av makreli, ið leiðslan í Reiðarafelagnum og Jacob Vestergaard komu við, skuldi koma øllum skipabólkum tilgóðar.
Rokni eisini við, at tað byrjar at ganga upp fyri teimum flestu, at tað er makrelstovnurin og sildastovnurin sum eta toska- og hýsuyngli – Kanska skal onkur líka granska í hesum í eini 10 ár og so koma til eina niðurstøðu.

Tað er undirbrotligt ikki at tora at fiska, tað tilfeingið sum er her hjá okkum og sum vit eftir havrættinum hava fullan rætt til. Samstundis sum man ikki torir at fiska, verður tosa um at nakrir frítíðarfiskarar, kanska fara út at fiska um nógvur toskur kemur aftur – og fyri at loysa hetta, ætlar man at smildra alla vinnuliga húkaveiðu við Føroyar, hetta tykist sera løgið.

Brúkið pening frá uppisjóðar uppusøluni til at menna okkara húkavinnu. Sum tit vita so hava nógv viðurskiftir seinastu árini, gjørt tað sera trupult hjá hesari vinnugrein at virka og er sjón fyri søgn, at tað ikki er veiðuorkan ella trýstið, ið er orsøkin til støðuna hjá toska- og hýsustovninum undir Føroyum. Føroya Banki hevur verið stongdur í eini 8 ár og torir vísundin ikki at loyva einum línuskipið royndartúr har.

So roknast kann við, at vísundin og høvuðarstaðarmentanin ikki verður nøgd fyrr enn vit fiska burðardygt og uttan sveiggj í fiskivinnuni. Hvat kunnu vit rokna við ? umleið 5.000 tóns av hýsu og 15.000 tons av toski – tilsamans 20.000 burðardygg tons takk. Tá verður svángligt í landskassanum.

Óli M. Lassen
Keldur: Hagstova Føroya og FVE

 

Brúktir Húkadagar – Veiða

brúktirfiskidagar97-2014

Botnfiskaveiða1993-2015-A
Fiskidagar97-2014-2015 talvur-fiskidagar-veiða-dagf12-08-2016 botnfiskaveiða93-2015kr brúktirfiskidagar97-2014 sjømateksport-fiskebåt2016

Nevndin-fiskimannafelagið2016 oli_fiskivinna-2002-2016lesarin uppisjóðar-versus-botnfisk2002-2015virðið-nøgd

Ein óskiljandi fiskivinnupolitikkur

Seinastu mongu árini er farðin fram ein vinnupolitikkur í áhaldandi hevur gjørt umstøðurnar hjá fleiri vinnurekandi í fiskivinnuni mestsum púra ógjørligar. Hetta hevur ført til stóra frágongd í okkara høvuðsvinnu,  ið nú er um at fara fyri bakka. Eg havi nú í yvir 20 ár arbeitt við fiskivinnupolitikki og fleiri ferðir verið í Vinnunevndini hjá Løgtinginum og greitt frá gongdini og útlitini hjá teimum feløgum í reka húkaveiðu, og í dag kann eg staðfesta at tað sum eg hava ført frám tíðanverri er gingið út.

OLYMPUS DIGITAL CAMERA
Óli M. Lassen

Í áravís hava politikarar avlaga alla fiskivinnuna og skjert og skjert, samstundis sum hetta hendir er ein glíðing farin fram har Fiskimálaráðið hevur økt munandi um møguleikarnar hjá trolaraflotanum. Ógvusligar skerjingar hjá Húkaflotanum og áhaldandi fokus á hesar skipabólkar hevur ført til, at hesi skip eru í stórum trupulleikum.

Tann áhaldandi niðurpíning av feløgum í reka húkaveiðu hevur ført til, at eigarar hava verið noyddir at selja síni vinnutól ella broyta eigaraviðurskiftini munandi. Útróðrur er mestsmum heilt steðgaður upp.

Tað er ein sannroynd at tað er sera lítil roynd eftir toski og hýsu á Føroyagrunninum. Eisini kann staðfestast at flestu feløg í reka fiskivinnu eftir toski og hýsu hava veri í kreppu í mong ár orsaka av prísgongd, og lítið av fiski undir Føroyum og harvið væntandi inntøku til manning og reiðaríð. Hetta hevur so aftur ført til, at flotin eisini hevur havt manningartrupulleikar, sum so aftur hevur ávirka raksturin negativt. Roknskapargreiningar av úrslitinum hjá Línuskipum prógva í ríkiligt mát, vánaligu gongdina hjá hesum feløgum seinastu mongu árini.

Í dag eru tað heilt fá Línuskip og útróðrarbátar eftir. Løgtingið hevur góðtikið at skorið umleið 100 dagar frá hvørjum (skipið) felag í eiga Línuskip.  Hetta er gjørt uttan endurgjald. Umframt hetta, so eru hendar stórar økisfriðingar. Skipini  verða tvinga at landa stórstað partin av veiðuni í Føroyum, har prísirnir kunnu verða verri enn uttanlands. Vit kunnu ikki lána dagar millum skipini ella leiga tí 60% brúksskilda er galdandi. Hetta hevur ført til at 10 skip eru farin úr flotanum og minst 150 mans eru færri í bólkinum línuskip.

Feløg í fiska tosk og hýsu mangla 1,8 – 2 milliardir í umsetningi seinastu 8 árini.

Frá 2008 til 2015 manglar flotin í fiskar tosk og hýsu umleið 1,8 milliard til 2 milliardir í toska & hýsu veiðu í krónum. Tað eru einar 225 til 250 milliónir krónur um árið í 8 ár. Her er rokna við miðal er eina 450 milliónir kr um árið.

Frá 2004 til 2013 eru 1.812 færri størv í fiskivinnu og flakavinnuni.

Tað at tað eru 1.812 fólk færri í fiski- og flakavinnuni á landi sæst sjálvandi aftur í búskapinum, tó at 350 av hesum kunnu hava fingið starv í ali- & krivjivirkjum, so er tað ein sannroynd at 1.462 løntakarar færri í hesum trimum vinnugreinum føra til færri inntøkur til landskassan tí virksemið í avleiddum vinnum lækkar.

Tá fyrr so týðandi vinnur skrambla saman, so ferð hetta eisini at merkja minni kapping millum fiskakeypararnar møguliga minni innovatión á virkjunum eisini og verri úrtøku til sjómannin.

Men tað sum er mest álvarsamt í hesum er,  at um tað framhaldandi fara omanfyri 100 sjómenn úr fiskivinnuni um árið,  so er tilgongdin til maritima økið so lítil at okkara støða sum maritimt land er í vanda og harvið missa vit risa inntøkur tí færri verða at fara við føroysku skipunum ella til Noregs ella onnur lond at fiska ella at arbeiða í frálandavinnuni.   Heldur hendan ónatúrliga gongdin fram so fer at svíða onkustaðni.

Tað er lætt at tosa um útróðrarmannin og fiskimannin meðan hesar vinnugreinar fella fullkomiliga saman í tosinum um eigaraform og tilfeingisgjøld, tað er onkur ið hevur sovið í tímanum og at skylda uppá landsstýrisfólk er royn undanførsla. Tá Løgtingið  hevur gloymt, at tað hevur lóggevandi valdið,  tá er illa stætt í einum demokratiið.

Havstovan skilur ikki samband millum botnfisk og uppisjóðarfisk – Húkaflotin eigur ongan góðan

Tað eru fleiri persónar í Føroyum í hava víst á at tað er neyvt samband millum støðuna hjá botnfiskastovnunum og stóru nøgdirnar av sild og makreli í føroyskum sjóøkið , føðin er í stóran mun tann sama, og eru tað eisini kanningar uttanlanda í vísa á,  at sild og makrelur eta rogn og fiskaingul og sjálvsagt reyðæti.

Men tá man ikki vil kennast við grundleggjandi lívfrøðilig viðurskiftir men heldur vil Havstovan og Løgtingið hjálpa stórkapitalinum og lata útróðrarmannin og línumannin verða við sviði soð.   Húkaflotin eigur í dag ongan í politisku skipanini,  ið veruliga hevur áhuga í at bjarga hesum feløgum og skipum og hesi mentan. Hví royna politikkarar av øllum alvi at drepa húkaflotan ? .

Rættartrygdin fokin

Tá mynduleikin ár eftir ár kann luta út nýggj fiskirættindi undir Føroyum til so ymisk feløg so sum rækjutrolarar, trolbátar og partrolarar og als ikki kann kompensera feløg í reka húkaveiði fyri veldugum níðurskurðið í døgum og við økisfriðingum so er grundleggjandi galið við rættartrygdini hjá feløgum sum virka á Føroyagrunninum.

At geva til dømis partrolararunum umleið 100 milliónir krónir í meir umsetningi við makrelrættindum, samstundis sum ført verður fram at útróður og feløg í reka línuskip ikki hava rætt til sama tilfeingi er heilt óskiljandi. Støðan hjá húkaflotanum er eins torfør sum hjá teimum í veiða upsa við troli.

Ein av grundarsteinum í fiskivinnulógini, leggur upp til, at tey feløg ið verða rakt av niðurskurði, kunnu fáa nýggj rættindi um hesi eru tøk hjá landinum. Men hesin parturin av lógini verður als ikki nýttur.

Fiskivinnulógin byggir á, at tað eru teir persónar og feløg í hava veiðurættindiundir Føroyum ið kunnu virka her. Tí er ikki talan um skip ella skipabólkar, men um partafeløg ella persónar. Tí er nú neyðugt at løgtingið viðgerð truplu støðuna sum feløg í veiða botnfisk eru í. Og tí er tosið um fiskidagar púra óviðkomandi. Vit vilja vita hvussu okkara feløg kunnu yvirliva.

Ápartheid í Fiskivinnuni

Í dag kunnu vit staðfesta, at tað er apartheid í føroysku fiskivinnupolitikkinum og er tað ein sannroynd at umsiting og politikkarar í dag ikki vilja kennast við og meta tað neyðugt at hava eina fiskivinnu ið kan veita fiskavirkinum,  húkaveiddan tosk og hýsu

Innan línuvinnuna hava vit bílig skip ið skapa nógv virksemið um hesi eru í vinnu. Línuveiða er ein serlig mentan og hevur hetta havt sera stóran týdning fyri nógv økir ið Føroyum og samfelagið sum heild.  Um alivinnan og uppisjóðarvinnan fáa niðurgongd og vit ikki finna olju við Føroyar,  ja so verður svángligt í Føroyum tá húkaflotin ikki verður førir fyri at loysa aftur orsaka av politiskari vanrøkt.

Eitt er at drepa húkaflotan, men niðurlaðing av tilgongd til sjóvinnuna verður landinum ein dýrur lærupeningur.

Tað eru politiskir flokkar sum vilja reformera vinnuna, men sum Óli Samró vísir á,  so verður tað altíð stórkapitalurin í ferð við bestu rættindunum. Kapitalurin finnur altíð inn til vinnuna. Eisini vísir hann í framløgu á at fiskivinnupolitikkur er ikki annaleiðis enn annar politikkur, fái eg ein motorveg so hjálpi eg tær við fiskivinnulógini ella fái eg eitt sjúkrahús so skal tú nokk fáa tín fiskivinnureform ígjøgnum.

Støðan í Danmark er í dag tann at øll vesturstrondin við fiskivinnubýum er deyð, smiður, handlar og sethús er einki verd, tí man hevur sentralisera rættindi á fáum hondum.

Eitt er at mynduleikin í Føroyum útlutar milliarda rættindi til nakrar fáar og so tá landið ikki førir nakran arbeiðsmarknaðar- ella vinnupolitikk so mugu hesu feløg sum verða undirdygd í skattum og avgjøldum eisini byggja landi upp við at byggja nýggj uppisjóðarvirkir samstundis sum hesi feløg ikki standa modell til at botnfiskaflotin fer fyri bakka og tí hjálpa hesi feløg  eisini har,  soleiðis at vit framhaldandi kunnu hava ein fjøltáttaðan flota. Fyrst mugu teir uppihalda stórum parti av almenna geiranum og so føra arbeiðsmarknaðar- og vinnupolitikk fyri at liviligt skal vera í hesum landi.  Hetta ber ikki til og tí má løgtingið lóggeva so rættarstøðan hjá øllum persónum ella feløg í reka fiskivinnu eru eins.

15 juli 2015

Óli M. Lassen, siviløkonomur & reiðari

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.