2.6 C
Munich
søndag, oktober 17, 2021

Gøtan er tín

Must read

Fríðkan og trivnaður ganga hond í hond, í heimsins bestu kommunu

Eg eri meiri og meir sannførdur um at eg ætli mær at gera 2 gøtur við ljósum komandi árini. Tað fyrsta stigið verður at seta ljós út, eftir gøtuni út í Grøv. Tey úthús sum standa omanfyri gøtuna, tá man gongur út í Grøv skulu lagast uppaftur. Niðan á Háls skal vegurin viðlíkahaldast og vendi- og parkeringspláss skal gerast til bilar og bussar ovast uppi. Eisini skulu vit fáa eina café ella kiosk har uppi. Møguliga seta ljós upp við hesa gøtu eisini. Har ganga nógv fólk hvønn dag og kann nógv gerast har,  so vit øll fáa ein enn betri túr.

img_3176 img_3154

Ferðavinnan og vit

Vit skulu ikki menna Klaksvík til ferðavinnuna, men menna býin og kommununa til tey í her búgva. Hetta vil so eisini gera tað áhugavert hjá vitjandi.  Møguligt er eisini at gera eina gøtu eftir fjøruni frá bátabrúgvunum og út til nýggja røktarheimið. Somuleiðis er møguligt at gera eina gongugøtu norður til Ánirnar og Norðhavnina. Spurningurin er so um komandi býráð ynskir at raðfesta hetta. Sjálvir haldi eg hetta eru áhugaverdar ætlanir og kunnu skapa enn betri trivna og náttúruupplivingar.

brugv-kl

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.