Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Her er gott at liva og virka  

Her er gott at liva og virka  

by OML

Vit framhaldandi vinnuligum vøkstri og hópin av kommunalum tænastum til borgararnar eru vit av sonnum ein kommuna í framgongd og hevur kommunan niðurrinda skuld og hevur tøkan pening uppá 65 milliónir krónur, og tí er at vóna, at hendan jaliga gongd heldur áfram, so kommunan kann fremja tær sera áhugaverdu verkætlanir í standa fyri framman.  

 

Alternativa íbúðarbyggjan

Sum eg havi víst á, so er neyðugt at útvega fleiri bústaðir til borgarar í kommununi. Byggjast skulu íbúðir bæði til ung og tilkomin, somuleiðis er eisini tørvur á lestraríbúðum sum eisini má loysast. Men eg havi sagt, at tað í Klaksvík skulu byggjast minst 40 íbúðir tey komandi 4 árini. Hetta bara fyri at fáa gongd á. Tá landið og pensjónsgrunnar ikki seta seg føran fyri at gera íløgur í alternativa íbúðarbyggjan, ja so má kommunan ella vinna gera hetta. Tað er alneyðugt at fáa alternativar bústaðir, bæði til ung og tilkomin.

Røktarheimspláss

Ákuttlistin uppá 15 fólk má fáast burtur sum skjótast og her má kommunan finna eina loysn. Samstundis er neyðugt at fara í holt við planleggjan av komandi røktarheimið í Klaksvík, tørvurin er stórur.

 

Barnagarðsøkið & innandura spælipláss

Eg haldi at kommunan seinastu mongu árini hevur verið undangongu kommunan innan barnaansing og nú tað er bíðilisti til at stovnspláss ivist eg ikki í, at vit eisini kunnu loysa hetta í nærmastu framtíð. Skulu vit gerast ein av heimsins bestu kommunum, so mugu vit eisini hava bestu tilboðini, og tí er tað upplagt at hava eitt innandura spælipláss í Klaksvík, hetta er nógv nýtt uttanlands og ivist eg ikki í, at øll børn í Klaksvík og vitjandi kundi fingið stóra gleði av hesum tilboði.

skylid-djupumyri

Stadionøkið 

Fyri framman standa arbeiðir við einum nýggjum áskoðaraskýlið og rennibreyt og ætlanin er eisini at gera nýggja fimleikarahøll í økinum.

imagekd15btlz

Vinnu- og Havnarøkið

Neyðugt verður at byrja uppá Ídnaðarøkið á Borðoyarvík so kommunan er klár við økjum tá vinnan ynskir at byggja. Í Norðhavnini er møguleiki at leingja bryggjukantin og er hetta ein neyðug íløga. Neyðugt verður eisini at víðka parkeringsøkið hjá Kósavirkinum. Eisini ynski eg, at Maritimt økið verður endurskapað við bátabrúgvarnar inni á vánni, og neyðugt viðlíkahald verður gjørt av øllum bátabrúgvum í kommununi.

klaksvik001-fridkan

Fríðkan- og ferðavinna

Av øðrum arbeiðum sum eg ætli at arbeiða við er, at seta ljós upp við gongugøtuna út í Grøv. Vegurin niðan á Háls skal viðlíkahaldast og parkerings- og vendipláss skal gerast har uppi. Um áhugi er fyri tí, so ber til at gera eina summar café uppi á Hálsi. Hetta kann møguliga gerast í samstarvið millum vinnu og kommunu. Hetta er ein sera spennandi ætlan sum eg saman við øðrum havi hugt uppá.

Umframt hesi økir fer kommunan sjálvandi at raðfesta vegir og gøtur, so vit framhaldandi fáa trivna og fríðkan sum vit øll hava merkt ágóðan av seinastu árini. Eg eri klárur til framhaldandi at verða við til at menna býin.

 

Vitja heimasíðuna: omlassen.com

 

Vinarliga heilsan

Óli M. Lassen

Nýtt Sjálvstýrið

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.