Home VinnutíðindiFiskivinna Merking av toski og magakanning av hemara

Merking av toski og magakanning av hemara

by OML

Magnus Heinason er júst liðugur við árliga merkingartúrin, har tilsamans 2211 fiskar vórðu merktir, meginparturin toskur. Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Í fyrsta hálinum á túrinum, sum var vestan fyri Skúvoy, var ein stórur hemari, sum var 212 cm langur. Í maganum vóru fiskarestir, millum annað tríggjar toskanytrur. Út frá longdini á hesum toskanytrum bar til at siga, at hemarin hevði etið tveir ella tríggjar toskar (smáfiskar), sum vóru 58 til 64 cm langir. Hemari kann harvið eta rættiliga stóran fisk.

Kelda: Havstovan – 24.okt2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.