Home Fólk & Samfelag Wick bakkar fyri Skorheim

Wick bakkar fyri Skorheim

by OML

Borgarstjórin í Klaksvík hevur nú fingið bræv frá økisleiðaranum og borgarstjóranum Í Caithness, sum ynskja at varðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevur fingið bræv úr Skotlandi, har tey bakka frá aftur kravinum, um at føroyingar skulu steðga við grindadrápi, um samband framvegis skal vera ímillum býirnar báðar.

– Eg var ongantíð í iva um, at stóð valið ímillum Wick ella rættin til grindadráp, so mátti vinarbýarsamstarvið lúta fyri mítt viðkomandi, tí sjálvandi skulu skotar ikki blanda seg uppí, um vit drepa grind í Føroyum ella ikki. Nú sær tað so út til, at vit sleppa undan at velja, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Brævið úr Caithness kemur frá Counsillor Roger Saxon og Counsillor Gillian Coghill, sum eru ávíkavist Area Leader og Civic Head í Caithness, har Wick er ein av 19 býum.

Tey bæði Saxon og Coghill siga, at meirilutin í stjórnini í Caithness ikki stóð aftanfyri áheitanina, sum Gail Ross sendi til Jógvan Skorheim, borgarstjóra, har hon bað klaksvíkingar steðga við grindadrápi, um Klaksvík ikki skuldi missa Wick sum vinarbý. Meirilutin ynskir harafturímóti at varðveita og styrkja um vinarbýarsamstarvið ímillum Wick og Klaksvík.

– Okkara støða er, at vit uppfata Klaksvík sum vinarbý hjá Wick, og vit vóna, at tykkara borgarar og býráð hava somu støðu, skriva tey bæði í brævi til Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.

Vinarbýarsamstarvið millum Wick og Klaksvík er frá 1995, og við nýggjasta brævinum er altso greitt, at stjórnin í Caithness ynskir at halda fram við samstarvinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.