Home Fólk & Samfelag Løgmaður á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

Løgmaður á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

by OML

Løgmaður fer í morgin til Álands, har hann skal taka lut á norðurlendska forsætisráðharrafundinum, sum verður hildin í Mariehamn mikudagin.

Millum málini, sum eru á skrá, eru at nútíðargera Norðurlendska ráðharraráðið, marknaforðingar millum norðanlond og avbjóðingarnar við flóttafólkum og tilflytarum. Eisini verður nomið við norðurlendsku verkætlanirnar innan orku, veðurlag og javnstøðu.

Á fundinum verða allir forsætisráðharrarnir í Norðanlondum, stjórnarleiðararnir úr Føroyum og Álandi, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Á ferðini fer løgmaður eisini á fund við Álendska stjórnarleiðaran Katrin Sjøgren. Á fundinum fer løgmaður eitt nú at greiða frá føroysku umsóknini um fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum, umframt at tey fara umrøða onnur mál av felags áhuga.

Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Norðurlendsku for­sætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj, stór mál á skrá.

Løgmaður kemur aftur til Føroya hósdagin.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.