Home Fólk & Samfelag Sjóvarmál 2016 komið!

Sjóvarmál 2016 komið!

by OML

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið. Nakrir fastir tættir eru, so sum tilmælið fyri hetta fiskiárið (byrjaði 1. september 2016), tíðarseriur og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd júst nú.

Eisini er skrivað um “Kalda holið” og “Golfstreymin” í mun til okkara veðurlag, um at makrelur gýtir meira í føroyskum havøki, hóast heildargýtingin er minkað, at toskur, hýsa og upsi eta ymiskt og annað.

Sjóvarmál 2016 kann lesast sum pdf’ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

Sjóvarmál 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.