Klaksvík og politikkur

0
724

Eg havi valt at stilla uppaftur til komandi býráðsval. Eitt av mínum avgjørdu málum er at verja Klaksvík, vinnuna og arbeiðsfólki her. Hetta er alneyðugt at taka upp við landspolitikarar okkara, nú vit støðugt síggja hóttandi mál verða framd, sum kunnu raka okkara verkafjøld meint

 Søguliga hevur Klaksvík verið ein av vinnulívssúlunum í Føroyum. Av royndum vita vit, at vinnulívið, serliga fiskivinnan, er og hevur altíð verið sera viðbrekin.

Seinastu árini hevur gingið væl við ávísum vinnum innan fiskivinnuna, sum hjá langfaraflotanum, pelagiska flotanum og tí parti, vit hava av alivinnuni. Hinvegin hevur gongdin hjá skipunum og virkjunum havt misjavna gongd. Vit hava sæð bæði avlop og hall.

Núsitandi stjórnarflokkar

Tað syrgiliga við núsitandi stjórnarflokkum, Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, er at hesir meta, at avlopið er ov stórt hjá parti av okkara høvuðsvinnu. Teir hava tískil valt at leggja tyngri byrðar á vinnuna, fyri at landskassin kann fáa meiri at býta út, har størsti parturin fellir lokalt í høvuðsstaðnum.

Í greinini »Av fjalsins brún« segði borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen, m.a., í viðmerking til Sverra Hansen, formann í Búskaparráðnum og Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra: »… Á sama hátt sum øll onnur í Føroyum vita tit av, at Eysturoyggin, saman við Klakksvíkini, er dynamoin og uppdriftin í føroyskum vinnulívi« og sum hann dugir at siga tað: »Cashkúgvin, Plattformurin ið produserar til innkeypið…«!

Vinnulívið ótrygt og við tyngri byrðum

Eg gevi honum so hjartaliga rætt, og út frá hesum havi eg handlað øll míni ár, sum enn ikki hava verið so mong, í politikki.

Vit mugu gera okkum greitt, at núsitandi landsstýri hevur lagt seg eftir at leggja tyngri byrðar á m.a. Klaksvík við teirra tilfeingisgjøldum og gjørt vinnulívið sera ótrygt, so vit ikki vita, undir hvørjum fortreytum vit skulu handla frameftir. Hetta er eisini skaðiligt fyri alla avleiddu vinnuna. Hetta er ógvuliga álvarsamt, og er ein stór hóttan ímóti okkara vinnu og okkara býi.

Eg havi valt at stilla uppaftur til komandi býráðsval við tí fyri eyga at verja Klaksvík, høvuðsvinnuna, sum er grundstøði undir allari okkara avleiddu vinnu, og miðvíst í stórum álvarsemi taka málini upp við okkara landspolitikarar.

Fólkaflokkurin er og hevur altíð verið ein verja fyri vinnuna og við hesum í huga fari eg at arbeiða, um møguleikin gevst!

Gunvá við Keldu

Býráðslimur