Home Vinnutíðindi Fiskivinna Makrelurin etir tríggjar milljónir tons í føroyskum sjógvi

Makrelurin etir tríggjar milljónir tons í føroyskum sjógvi

Makrelurin í føroyskum sjógvi etur seg stóran og feitan. Vit endurgeva her grein frá Vinnuvitan frá 26/05/14 Skrivað hevur Árni Gregersen

Tað vísa kanningar, sum Havstovan hevur gjørt. Kanningar yvir tvey ár vísa, at makrelurin veksur í meðal við 61 prosentum, ta tíð hann er í føroyskum sjógvi frá apríl til september.

Meðan makrelurin er í føroyskum sjógvi etur hann mest reyðæti. Tað er ikki fyrr enn tíðliga á heysti, at annað enn djóraæti verður etið. Tá er talan um hvítingsbróðir og brisling, og nakað av nebbasild.

Tað eru ikki smávegis nøgdir, sum skulu til at gøða makrelin, mánaðirnar hann er her. Um vit sum eitt einfalt dømi siga at ein millión tons av makreli koma inn í føroyska økið at fita seg upp, so er talan um 1,6 milliónir tons, sum fara úr aftur økinum um heystið, tí miðalvøksturin er um 60% fyri 3-6 ára gamlan makrel.

Altso verða 600.000 tons løgd afturat upprunaligu vektini. Vanliga verður roknað við, at 20 prosent av vektini verða førd víðari frá einum liði í føðiketuni til tað næsta, so í veruleikanum skal makrelurin eta tríggjar milliónir tons av føði, meðan hann er í føroyska økinum.

Makrelurin etir tríggjar milljónir tons í føroyskum sjógvi

- Advertisment -

Most Popular

Ferðslan á sama støði aftur

Síðani løgmaður setti samfelagið upp í ferð aftur fyri góðum mánaði síðani, er ferðslan spakuliga vaksin aftur, men tað var ikki fyrr enn í...

31. mai Altjóða roykfríur dagur

Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, sum er 31. mai, vilja vit varpa ljós á okkara SMS-skipan "Kom og legg av". Fólkaheilsuráðið Filmur Í sambandi við Altjóða...

Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa stuðul

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú í Løgtingið við einum hjálparpakka til ferðavinnuna.   Samstundis er greitt, at tann 15. juni ber aftur til at...

STARVSFÓLK Á ELDRAØKINUM KANNAÐ FYRI COVID-19

28 mai vórðu nøkur av starvsfólkunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu kannað fyri COVID-19. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Pál...

Seneste kommentarer