Home Fólk & Samfelag Útbygging á havnarlagnum

Útbygging á havnarlagnum

by OML

Tað hevur leingi ligið í kortunum, at tørvur er á útbygging við Runavíkar havn. Stutt eftir at sitandi býráð tók við politisku leiðsluni árskiftið 2012/2013, var farið undir at gera eina 10-ára íløguætlan fyri Runavíkar kommunu. Ein av nógvum pørtum í hesi ætlan er útbygging á havnarlagnum.

Í fyrsta lagi hevur tað snúð seg um at knýta bryggjurnar saman undir Høgabóli í Saltangará. Á gerandismáli at knýta Oljubryggjuna og Beta bryggjuna saman. Longdin harímillum er á leið 220 metrar, og ætlanin er, at har skal vera skipum tryggjað eitt dýpið á 12 metrar.

Royndir í vár vístu, at tað vóru ikki fullir 12 metrar á øllum teininum, tí varð avgerð tikin um at dýpa tað sum neyðugt var, og saman við hesum avráddi kommunan at gera dýpingina framvið bryggjuni á Bakka á Glyvrum lidna soleiðis, at skipum har er tryggjað 8 metra dýpi framvið øllum bryggjukantinum og væl tað.

Spf. Rókin átti lægsta boðið nú dýpingin varð bjóðað út og fer undir arbeiðið í næstum. Tilboðið var slakar 3 milliónir krónur fyri báðar dýpingarnar, undir Høgabóli og á Bakka. Á fíggjarætlanini 2016 eru 8 mió. kr. settar av til havnabygging.

Mánaðarskiftið august/september skulu tilboðini vera inni uppá sjálva havnargerðina – at knýta umrøddu bryggjur saman.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.