Home Vinnutíðindi Vinnan og ígongdsetan góðar karmar í Høvuðsstaðnum

Vinnan og ígongdsetan góðar karmar í Høvuðsstaðnum

by OML

Tórshavn ger nógv fyri at hava so góðar karmar um vinnulívið sum møguligt. Hetta skrivar Kommunan á heimasíðuni í vit endurgeva her.

Vinnutorg
Tórshavnar kommuna hevur nógv at bjóða fólki, ið vilja virka á privatum grundarlagi í høvuðsstaðnum. Vit veita karmarnar, soleiðis at fyritøkur og virkir støðugt skapa vinnuligan vøkstur.

Tað er týdningarmikið, at vinnuligu virðini støðugt økjast, og at vakstrarlíkindini hjá virkjum og fyritøkum eru framúr. Tórshavnar kommuna gongur á odda á vinnuliga økjunum. Ein umráðandi liður í einum munadyggum privatum geira eru góðir kommunalir karmar.

Sjóvinnuhúsið
Tórshavnar kommuna roynir støðugt at stimbra og menna vinnulívið, so tað áhaldandi roynir nýggjar vinnuvegir og skapar arbeiðspláss. Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin. Vit hava góðar førleikar og holla vitan innan nógv av tí, ið fyriferst á sjónum, í sjónum og við sjógvin. Við nýumvælda bygninginum á Vestaru bryggju gevur kommunan sjóvinnuni møguleika at húsast undir somu lon. Karmarnir verða framúr góðir. Harvið styðjar Tórshavnar kommuna eitt virkið og vakið vinnulív.

Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðsvirksemi. Nýggja vinnuhúsið á Vestaru bryggju hevur fingið heitið Sjóvinnuhúsið.

Tórshavnar havn hevur egnan vinnusamskipara. Vinnusamskiparin hjá Tórshavnar havn eitur Annfinn Hjelm, tel. 21 54 75.

Nýskapanarhúsið Hugskotið
Við einum húsum serliga ætlað íverksetarum ynskir Tórshavnar kommuna at seta íverksetan á breddan og halda góðum hugskotum til, soleiðis at nýggjar vinnur kunnu taka seg upp.

Tórshavnar kommuna hevur hvest vinnulívsprofilin, og er Nýskapanarhúsið Hugskotið, sum liggur í Niels Winthers gøtu 5, ein liður í hesum arbeiði. Rúm er fyri 7 íverksetarum í húsinum, sum umframt tvær felags skrivstovur hevur fundarhøli, uppihaldsrúm og aðrar hentleikar.

Tórshavnar kommuna leggur við Hugskotinum lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar. Fyri at styrkja menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, verður nýskapanarhús nú sett á stovn.

Jónhild Rasmussen umsitur Hugskotið og hoyrir fegin frá tær, ynskir tú ein kliva í húsinum í miðbýnum. Skriva til jonhildr@torshavn.fo ella ring 28 93 33.

Vinnuskrá
At vit kunnu draga at okkum nýggjar íløgur, at nýskapandi vinnugreinir taka seg upp og at fólk við drúgvum vinnuligum royndum velja at virka og starvast í okkara kommunu hevur alstóran týdning.

Fyri at geva fyritøkum og virkjum so góð gróðrarlíkindi sum gjørligt, arbeiða vit við at gera eina vinnuskrá. Tá fer at bera til hjá øllum at fáa eitt skjótt yvirlit yvir fyritøkur í miðstaðnum.

Vinnulívið í kommununi røkkur longu í dag fjarastu marknaðunum í heiminum. Men vit ynskja meira framburð og støðuga vinnumenning, ið fevnir um keyparar uttanífrá.

Tí verður ein vinnuskrá sett í verk soleiðis, at tú altíð fært eina skjóta og góða tænastu, ynskir tú at finna fram til rætta undirútvegaran ella ein framtakshugaðan samstarvsfelaga.

JobMatch
Tórshavnar kommuna bjóðar seg fram á árligu starvsstevnuni Jobmatch. Tá kunnu tit hitta Tórshavnar kommunu til eitt prát um líkindini fyri starvi í kommununi ella um møguleikarnar fyri at skriva uppgávu á lærdum háskúla í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at alsamt fleiri vælútbúgvin og virkisfús fólk flyta til høvuðsstaðin. Jobmatch er eitt gott høvi hjá okkum at finna skikkaði fólk til spennandi størv í kommununi. Jobmatch verður aftur í desember.

Kelda:torshavn.fo – mynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.