Uppusøla av rættindum at veiða 3500 tons makrel og 2000 tons sild verður í dag

0
736

Seinna sølan av rættindum at veiða 3500 tons makrel og 2000 tons sild verður hósdagin kl. 15:00

Kelda:fmf.fo PDF Prenta Teldupostur
Monday, 18 July 2016
Hósdagin 21 juli kl. 15:00 selja vit rættindir at veiða 3500 tons makrel og 2000 tons sild

Sølulisti av makrel og sild kann síggjast her

Vit vilja enn eina ferð heita á allar keyparar um at seta seg væl inn í hvussu uppboðssølan virkar og eiga at gera fylgjandi.

  1. Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava við uppboðssøluna av rættindum at gera

  2. Downloada IClientin frá heimasíðuni hjá FMF

  3. Fyll út og undirskriva oyðublaðið “Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara” og send tað til FMF

  4. Fá brúkratal, loyniorð og keypslykilin frá FMF

  5. Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar

  6. Fá eitt telefonnummar frá FMF

  7. Set neyðuga pengatrygd til FMF og til Vørn

 

Savnsmynd hav.fo – Fiskimálarðharrin umborð á havransóknarskipinum