17.5 C
Munich
søndag, september 19, 2021

Hildu seg ikki til arbeiðssetningin.

Must read

Eftir síðsta løgtingsval bleiv arbeiðsbólkur settur, sum skuldi  gera  menningarætlan fyri alt føroyska sjúkrahúsverkið.  Í arbeiðsbólkinum vóru  eisini vælkvalificeraði  umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús.  Tey fóru  hugagóð og engageraði undir hetta arbeiðið.

Nú fyriliggur hendan “menningarætlan” og hon er ikki hugaligur lesnaður fyri norðoyingar.   Umboð í bólkinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús eru skelkaði og hava  verið alment frammi og sagt, at tey kenna ikki úrslitið aftur.

Á umráðandi økjum fyri Klaksvíkar sjúkrahús er úrslitið hjá arbeiðsbólkinum blivið broytt við umskrivingini til føroyskt.   Niðurstøða er gjørd  um,  at vit skuldu hava eina felags sjúkrahúsleiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið.  Hetta var als ikki við í arbeiðssetninginum.

Hetta kann best  sammetast við  næming, sum  fer til próvtøku og ikki heldur seg til givna evnið.  Givna evnið er ikki hansara sterka síða, og  tí  velur hann  at skriva ella tosa um okkurt annað. Úrslitið verður sjálvandi 03.

“Menningarætlanin” er snildisliga gjørd og allastaðni har tað snýr seg um virksemi á KS verða ymisk fyrivarni tikin,  í tann mun tað letur seg gera osv.

 

Framhald.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.