Álit viðv. klagu um setan av leiðara fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um fyrisitingarligu viðgerðina hjá stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu um at seta leiðara fyri Økistænastuna.

Hvørki setanartilgongdin ella frágreiðingin frá stýrinum vísti, hvørji atlit stýrið ítøkiliga hevði lagt dent á, tá starvið varð sett.

Av hesi orsøk hevði umboðsmaðurin ikki møguleika at viðgera, um stýrið hevði tikið viðkomandi og saklig atlit í sambandi við starvssetanina. Umboðsmaðurin helt tað vera sera atfinningarsamt, at klagararnir onga skrivliga grundgeving høvdu fingið hóast fleiri umbønir og avgerð hjá kommunala eftirlitinum um, at stýrið hevði skyldu til at senda klagarunum eina skrivliga grundgivna avgerð sambært § 22 í fyrisitingarlógini.

Av tí at fleiri grundleggjandi feilir vóru gjørdir í málinum, heitti umboðsmaðurin á stýrið um at taka málið til nýggja viðgerð. Umboðsmaðurin helt, at talan var um álvarslig brek við viðgerðini hjá stýrinum, og álitið varð tí, samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, sent formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni og landsstýriskvinnuni í Heilsu- og innlendismálum/kommunumálum. (LUM 16/00024)

Álitið kann lesast herReadSpeaker

 

 

 

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.