24.FO
Home Vinnutíðindi Brexit og føroyingar

Brexit og føroyingar

Tær turbulentu tíðirnar hasa neyvan av í bræði, og Brexit er helst bara ein av mongum brotasjógvum á núverandi altjóða búskaparliga bygnað; men hvussu nógv skal skundast undir nýskipanar tilgongdina fyri ok<

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).
Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Tær turbulentu tíðirnar hasa neyvan av í bræði, og Brexit er helst bara ein av mongum brotasjógvum á núverandi altjóða búskaparliga bygnað; men hvussu nógv skal skundast undir nýskipanar tilgongdina fyri okkara fiskivinnu?kara fiskivinnu?

“Jóansøkuaftan í ár gjørdist ein minniligur dagur,” skrivar Zakarias Wang í stuttari viðmerking til Brexit atkvøðuna sum varð hildin tann 23. juni í Stóra Bretlandi, har meirilutin av fólkinum atkvøddi fyri at landið skal taka seg úr Europeiska Samveldinum.
Zakarias ger eina áhugaverda samanbering millum Brexit atkvøðuna og okkara søguliga 14. september: “Vit eru ikki ókunnug við fólkaatkvøður, tí vit høvdu jú eina í 1946. Eins og á henni skuldu bretar nú taka støðu til tvinnar kostir. Annar var at halda fram við ES-limaskapinum, hin var at fara burturúr. (…) Eins og hjá okkum í 1946 var luttøkan um 70%. Hjá okkum fingu teir báðir møguleikarnir 51 og 49% av atkvøðunum, hjá teimum fingu teir 52 og 48%. Eins og hjá okkum í 1946 kom úrslitið í grannalandi okkara sera illa við hjá teimum sum valdið høvdu í samfelagnum. Tað hevði ikki komið teimum til hugs at teir kundu tapa. (…) Men eins og í Føroyum í 1946 mistóku teir seg. Tá veljararnir komu til orðanna, var tala teirra greið: teir vildu ikki lata sær lynda at ganga útlendingum og samstarvsmonnum teirra til handa.”
“Talan er um ein politiskan jarðskjálvta,” leggur Zakarias afturat, og vísir síðan á nakað sum sjáldan hevur verið at hoyrt í tí almenna rúminum — at Heimastýrislógin hevur havt grundleggjandi týdning fyri Føroyar í mun til ES.
Tilvildarlig savnsmynd 24.fo
- Advertisment -

Most Popular

Havstovan ávarað

Fleiri ferð seinastu 5 árini er Havstovan ávarað, um tað mátti fiskast meira av toski, fyri at føðin ikki bleiv etin upp, á sumri...

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so...

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Seneste kommentarer