Havstovan skal eisini á hvørjum ári innan 15. juni lata landsstýrinum tilráðing um talið av fiskidøgum komandi fiskiár. Tað verður áhugavert at síggja, hvat Havstovan kemur við í ár. Hetta skrivar Eyðun Hansen fyrrverandi trolaraskipari.
Allir útróðrarbátar og snellubátar, sum hava roynt á innaru leiðunum, hava fingið nógva tosk av øllum støddum, sum eisini hevur verið sera feitur.
Trolbátar flyta undan toski.
Trolbátarnir, sum júst eru byrjaðir innan fyri 12 fj. marki, teir kunnu hava 35% sum hjáveiðu av toski. Sjálvt um teir brúka rist, eru teir noyddir at flyta undan toski. Toskurin teir fáa er stórur toskur. Tað verður tosa um besta toskaárið, síðan fyrst í hesi øldini. Tað er møguligt, at toskurin er gýttur undir Føroyum,og hevur verið aðrastaðni, fyri at finna sær føði og nú føðin er komin aftur, er toskurin eisini komin. Eg havi spurt Havstovuna hvar toskurin hevur verið, men tað hava teir ikki kunna svara uppá.
Hettar kostar skipum, flakavirkjum og arbeiðsfólki á landi nógvar 100 tals milliónir, tí fiskurin ikki kann fiskast, bert tí at nøkur fólk ikki vilja viðganga, at tey hava tikið feil við stovnsmetingini.
Tí verður tað spennandi at fáa at vita tann 15. Juni, um Havstovan er ein friðingarfelagsskapur ella teir veruliga arbeiða við stovnsrøkt.
Tað er bert Magnus Heinason, sum á teirra árligu yvirlitstroling á innaru leiðum, sum hevur fingið tað sama sum seinasta ár, men vísir til at toskurin ikki er feitari í ár enn hann hevur verið árini frammanundan, kann man lesa a hav.fo 29-03-2016
Um Havstovan fylgir lógini, um at fiskidagarnir skulu regulerast eftir hvat fiskastovnurin er fyri, so eiga teir at tilmæla, at seta fiskidaga talið eftir toski upp fyri fyrstu ferð, síðan lógin um fiskidagar kom í 1996.
Tað er eisini meira sjófuglur nú. Hann er eisini komin tí meira føði er til á Føroya grunnunum.
Klára ikki, at gagnnýta okkara fiskastovnar til fulnar, við so fáum fiskidøgunum .
Ein stórur partur av landgrunninum er stongdur, og fiskiflotin er blivin so sera lítil, at tað kann ikki blíva nøkur ovurfisking. Vit klára ikki, at gagnnýta okkara fiskastovnar til fulnar, við hesum fáu fiskidøgunum sum eru nú.
Havstovan hevur eisini sagt, at tað er meira toskur vestan og norðanfyri, av tí at har er so nógv friða. Men øll sum hava fylt við fiskaríið vita, at tað hevur altíð veri meira toskur, á hesum leiðum. Útróðrarbátar úr havnini og aðrastaðni hava altíð siglt vestur og norðurum, sjálvt um hvør dagur bleiv 3 – 4 tímar longri.
Tað vísir, at Havstovan ikki hevur hugt eftir fiskarínum undir Føroyum. Men bert nøkrum bókum, sum fiskifrøðingarnir hava lisið í Norra.
Føroya Banki
Tað hevði heldur ikki gjørt nakran skaða, um onkur línu- og trolbátur sluppu at royna nakar dagar úti á Føroya banka, tí so fekst at vita um fiskurin tók línu og ikki kom í troli ella øvugt Men tað vil Havstovan heldur ikki.
Tað skuldi eisini onkur trolbátur, sloppið at roynt á landleiðini, ein túr uttan rist, so tað kom veruliga fram, hvussu nógvur toskur veruliga er á teimum innaru leiðinum.
Eyðun Hansen
Fyrrverandi Trolaraskipari
Vestmanna