Home Fólk & Samfelag Margretha Drotning vitjar í næstu viku

Margretha Drotning vitjar í næstu viku

by OML

Hennara hátign Margretha Drotning kemur í næstu viku á almenna vitjan í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum byrjar mánadagin í Suðuroy.

-Tað eru seks ár síðan, at danska Kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í komandi viku. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha Drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel. V. Johannesen, løgmaður.  

Á ferðini í Føroyum hesaferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi.

Margretha Drotning fer av landinum aftur hósdagin 16.juni.

Skráin fyri vitjanina kann lesast her 

 

Kelda & mynd: tinganes.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.