Føroya Tele slakar 30 milliónir í avlopi

Tíðindaskriv frá Føroya Tele

0
630

Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2015 gjørdist 29,8 milliónir krónur eftir skatt og ber brá av, at góða gongdin seinnu árini er komin brúkaranum til góðar. Stórar íløgur og nútímansger av farnetinum og breiðbandskervinum merkja fíggjarárið.

Føroya Tele hevur á ársaðalfundi týsdagin 7. juni kunngjørt roknskapin fyri 2015. Roknskapurin vísir eitt avlop á 29,8 milliónir krónur eftir skatt; áðrenn skatt var úrslitið 39,8 milliónir krónur. Til samanberingar var úrslitið eftir skatt 58,3 milliónir krónur í 2014.

Verður hugt nærri at roknskapinum sæst, at úrslitið áðrenn avskrivingar var góðar 138 milliónir krónur í 2015 samanborið við 162 milliónir krónur í 2014.

“Samanumtikið er úrslitið haldgott. Úrslitið er merkt av, at samtakið gjørdi av at gagnnýta góðu gongdina seinnu árini til at geva kundanum uppaftur betri tænastur og lægri prísir. Saman við stóru íløgunum í nýggja landsumfatandi 4G LTE netið, hevur hetta merkt fíggjarárið 2015, soleiðis at úrslitið er lakari enn árini frammanundan,” staðfestir Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele.

Lækkandi prísir á fartelefoni

Síðan ver kom í 2014, eru stórar broytingar hendar á føroyska marknaðinum. Prísurin er nógv lækkaður, og í 2015 fór Føroya Tele uppaftur longri og bjóðaði føroyska brúkaranum fría talu í flestum londum í Evropa, meira data í haldini og eitt trygt og gott hald til ung.

“Broytingarnar síðstu tvey árini hava ført við sær, at haldini á føroyska marknaðinum nú veruliga kunnu sammetast við grannalondini. Hetta er ein gongd, sum Føroya Tele er errið av at hava slóðað fyri“, sigur Jan Ziskasen.

FT_bygningur-mynd.ft.fo2016

Eitt farnet í heimsklassa

Í 2015 avgjørdi Føroya Tele at bjóða arbeiðið út at gera nýggja 4G LTE netið. Endin varð, at Føroya Tele – eftir at hava samstarvað við Ericsson í meira enn eina øld – gjørdi avtalu við nýggjan veitara. Huawei úr Kina kundi veita ta bestu tøknina og gera arbeiðið bæði skjótast og bíligast.

Síðst í 2015 komu fyrstu støðini á nýggja heimsklassanetið, og útbyggingin heldur fram, til alt landið er fevnt av nýggja netinum. Í dag hava 95% av føroyingum atgongd til 4G LTE.

“Útbyggingin av nýggja netinum er eitt risastórt tøkniligt stig fyri Føroyar, og strategiska samstarvið við Huawei merkir, at Føroyar verða í fremstu røð, tá tann nýggjasta, mest framkomna og besta tøknin kemur fram á telemarknaðinum”, sigur Jan Ziskasen.

25 milliónir í vinningsbýti

Úrslitið áðrenn skatt er lakari enn árið fyri. Hetta kemst í høvuðsheitum av stóru íløgunum, sum Føroya Tele hevur gjørt í farnetið og breiðbandskervið, samstundis sum prísirnir eru lækkandi fyri fjarskiftistænasturnar. Aðalfundurin hjá Føroya Tele gjørdi av at rinda eigaranum, sum er Føroya landsstýri, 25 milliónir krónur í vinningsbýti.

Broytingar í nevndini

Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýra umboðum, sum eru vald av landsstýrinum, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári.

Á aðalfundinum varð ein útskifting gjørd í nevndini. Ólavur Ellefsen er farin úr nevndini, og fyri hann hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum valt Johnni Poulsen.

Nevndin í Føroya Tele er nú mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt Klausen og Johnni Poulsen, sum eru vald av landsstýrinum, og Poul Poulsen, Ólavur Simonsen og Osvald Joensen, ið eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.


Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstforkvinnu.