Home Fólk & Samfelag Inntøkulagaðar ferðbøtur EIN møguleiki

Inntøkulagaðar ferðbøtur EIN møguleiki

by OML

Tað er kveikjandi, tá politisk ungmannafeløg geva sítt íkast til samfelagskjakið. Í gjárkvøldið var Ungt Sjálvstýri úti við lesarabrævi á vp.fo, har sagt verður, at stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur víst á, at neyðugt er við skipan, har hægri lønt fáa størri bót. Ungt Sjálvstýri vísir eisini á, at tað tekur undir við øllum átøkum, sum betra um ferðslutrygdina, herundir sjálvvirkandi ferðeftirlit við myndatóli – ein staðfesting, sum av sonnum gleðir Ferðslutrygd. Sjálvvirkandi ferðeftirlit hevur Ráðið eisini mælt til í mong ár.

Samskiftisliga kann tað vera vælsignað við einføldum boðskapum. Í hesum føri noyðast vit tó at vísa á, Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki hevur víst á, at tað er neyðugt við inntøkulagaðari skipan til ferðbøtur. Í samrøðu við Dimmalætting, prentað 23. oktober 2015, vísti Brynhild Høgnadóttir hinvegin á, at nýggj gallupkanning vísti, at fólk við hægst inntøkum í minstan mun søgdu seg halda hámarksferðina. Sagt varð eisini, at tað  kundi verið kannað, um tað hevði verið skilagott at lagað revsingina til nettolønina. Her var sostatt ikki talan um eitt tilmæli. Eitt tilmæli út frá einum einstøkum gallupspurningi hevði langt frá verið ein nóg djúptøkin greining til eitt tilmæli frá Ferðslutrygd.

Í tann mun tað ber til, leggur Ferðslutrygd seg eftir javnan at kanna hugburð og atferð hjá fólki í ferðsluni. Hetta er umráðandi, tá vit vita, at menniskjanslig mistøk eru orsøk til nógv tær flestu ferðsluvanlukkurnar. Eisini hevur hetta týdning, tá tað kemur samskifti og átøk um ferðslu.

Inntøkulagaðar bøtur brúka vit, tá tað kemur til rúsdrekkakoyring í Føroyum, og hetta brotsverk er munandi minkað í Føroyum seinnu árini. Í Finnlandi hava tey eisini samsvarandi skipan til tey, sum bróta hámarksferðina. Vit vita, at ferðin er størsti dreparin í ferðsluni. Tí metir Ferðslutrygd tað ikki vera av leið at kanna og umrøða hendan møguleikan.

Í lesarabrævinum frá Ungum Sjálvstýri verður mælt til, at peningurin fyri ferðslubøtur framyvir fer í landskassan heldur enn danska statskassan. Og at peningurin verður oyramerktur til ferðslutrygdarátøk. Til at røkka nullhugsjónini er umframt annað umráðandi við átøkum. Vit vita, at menniskjum tørvar áminning, kunnleika og motivatión til at bera seg rætt at í ferðsluni.

Tað er rætt, at álagdar ferðslubøtur fara í statskassan. Viðvíkjandi broti á parkeringsreglurnar er neyðugt at skilja ímillum parkeringsbót og parkeringsgjald. Tað er bert politiið, sum kann áleggja parkeringsbøtur og hesar fara í statskassan. Ferðslulógin heimilar tó politinum at áleggja eitt gjald fyri ávís brot í ferðslulógini, sum snúgva seg um parkering. Tá talan er álegging av parkeringsgjaldi, fer gjaldið í landskassan. Fútin kann lata serligum parkeringsvørðum heilt ella fyri ein part at hava eftirlit við, at hesar ávísu reglurnar um parkering, sum viðføra at gjald kann leggjast á, verða hildnar. Útreiðslurnar av parkeringsvørðum verða goldnar úr landskassanum ella eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdarráð av viðkomandi kommunu. T.d. fara øll áløgd parkeringsgjøld í Tórshavnar kommunu í kommunukassan í Tórshavn. Sama er t.d. galdandi fyri Klaksvík og Runavík, har gjøldini fara í viðkomandi kommunukassa.

Tilvildarlig savnsmynd rff

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.