Home Vinnutíðindi RAKSTRARÚRSLITIÐ HJÁ BAKKAFROST VAR 254 MILLIÓNIR KRÓNUR FYRSTA ÁRSFJÓRÐING Í 2016

RAKSTRARÚRSLITIÐ HJÁ BAKKAFROST VAR 254 MILLIÓNIR KRÓNUR FYRSTA ÁRSFJÓRÐING Í 2016

by OML

Alideildin og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri høvdu eitt gott rakstrarúrslit fyrsta ársfjórðing. Hækkandi laksaprísur­in viðvirkaði til góða rakstrarúrslitið. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hiln­aðist væl. Liðugvøruframleiðslan hevði harafturímóti torførar umstøður og gav hall fyrsta ársfjórðing.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Væntaða útboðslækkingin av aldum laksi í 2016 og støðugt hækkandi eftirspurningur hevur ført til stóra hækking av laksaprísinum seinastu mánaðirnar. Fyrsti ársfjórðingur royndist samanumtikið væl hjá Bakkafrost, men tá ið laksaprísurin hækkar nógv í so stuttum tíðarbili, verða umstøðurnar hjá liðug­vøruframleiðsluni truplar. Komandi hálva árið verður sera spennandi hjá Bakkafrost, tí tvær av høvuðs­íløgunum – smoltstøðin á Viðareiði og nýggja kryvji- og góðskingarvirkið á Glyvrum – verða fullførdar. Hesar íløgurnar eru ein týðandi partur til tess at betra um kappingarførið hjá felagnum, samstundis sum tilbúgvingin hjá Bakkafrost, og aling sum heild í Føroyum, gerst munandi betri.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost í fyrsta ársfjórðingi í 2016 var 254 milliónir krónur samanborið við 235 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í 2015. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 261 milliónir krónur samanborið við 195 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkunøgdin fyrsta ársfjórðing í ár var hægri, og miðalprísurin á laksi var eisini hægri fyrsta ársfjórðing í ár. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 25 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstraravlop á 22 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið av fram­leiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 61 milliónir krónur samanborið við 55 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Bakkafrost gjørdi íløgur fyri umleið 120 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í 2016. Størstu íløgurnar vóru í kryvji- og góðskingarvirkið á Bakka og útbyggingina í smoltstøðina á Viðareiði, sum báðar verða lidnar seinni í ár.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 218 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2016 í mun til 392 milliónir krónur við ársenda 2015. Bakkafrost hevði 1.074 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av fyrsta ársfjórðingi 2016, og solvensurin hjá Bakkafrost var 66%.

 

ÚTLIT

Marknaðurin

Eftirspurningurin eftir laksi heldur á at vaksa. Marknaðirnir eru ymiskt ávirkaðir av gjaldoyragongdini í árinum. Marknaðarjavnvágin væntast at vera tepur í 2016, tí útboðið av ald­um laksi lækkar væntandi áleið 6% í 2016 í mun til árið fyri. Orsøkin til lækkingina er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at røkka fulla nýtslu av verandi fram­leiðsluorku.

Aling

Bakkafrost væntar at taka 48.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2016. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost verður væntandi um 10,4 milliónir smolt í 2016. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu.

Liðugvørur

Langtíðarmálið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verða seld sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt avtalur um umleið 63% av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri restina av 2016, sum svarar til áleið 25% av mettu tøkunøgdini fyri restina av 2016.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluni av mjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Kvotur­nar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi verða væntandi lækkaðar, og tí metir Bakkafrost, at sannlíkt er, at framleiðslan av mjøli og lýsi lækkar í 2016 frá lutfalsliga stórari nøgd í 2015.

Heimamarknaðurin, íroknað fóðurnýtsluna hjá Bakkafrost, er størsti marknaðurin fyri laksafóður hjá Havsbrún. Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður 80.000 tons í 2016.

Íløgur

Samlaðu íløgurnar fyri tíðarskeiðið 2014 til 2017 vóru 1.370 milliónir krónur eftir íløguætlanini, sum varð kunngjørd í august 2014. Av hesum skuldu íløgur fyri 570 milliónir krónur verða gjørdar í 2016 og 2017.

Í mars 2016 kunngjørdi Bakkafrost íløguna í nýggju smoltstøðina á Strond, sum eftir ætlan fer at kosta 650 milliónir krónur og skal standa liðug í 2018. Umleið 150 milliónir krónur av íløguni í smoltstøðina vóru við í íløguætlanini frá august 2014. Samanumtikið verða íløgurnar 1.070 millónir krónur fyri tíðar­skeiðið 2016 til 2018.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møg­uleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.