Home Fólk & Samfelag Nýggjur dagstovnur í Klaksvík  

Nýggjur dagstovnur í Klaksvík  

by OML

 

Vit hava tørv á nýggjum loysnum á dagstovnaøkinum, og tí er settur bólkur við fakfólkum at gera eitt tilmæli til trivnaðarnevndina børn og ung, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

Trivnaðarnevndin børn & ung varðar av barnaansingarøkinum vegna Klaksvíkar býráð, og nú hevur nevndarformaðurin tikið stig til at seta málið um framtíðar skipan av dagstovnaøkinum í kommununi á dagsskrá.

Á seinasta fundi hjá nevndini varð eitt tilmæli lagt fyri nevndina, har mælt verður til, at arbeiðsbólkur verður settur at koma við tilmæli um framtíðar skipan av dagstovnaøkinum í Klaksvíkar kommunu, herundir at lýsa og koma við tilmæli um, hvussu ein komandi, nýggjur dagstovnur skal skipast.

Vaksandi barnatal

Formaðurin í trivnaðarnevndini børn & ung vísir á, at talið av børnum í Klaksvíkar kommunu er vaksandi, og bert í hesi setuni hevur kommunan økt um dagstovnatilboðini við 35.

– Nevnast kann, at vit hava latið upp nýggja eind í Dr. Margrethu Barnagarði og hava víðkað dagrøktarskipanina, og framman undan tí lótu vit upp serstovuna Perlan, ið er skipað sum partur av Barnahúsinum Margit, sigur Jóhann Lützen.

– Vit standa tí við eini jaligari avbjóðing, samstundis sum vit mugu ásanna, at fleiri av okkara dagstovnum húsast í sethúsum, ið ikki eru tíðarhóskandi, og at onkur leigumál ganga út komandi árini.

– Undir hesum umstøðum er umráðandi at taka sær stundir til at lýsa eitt so týðandi øki við støði í samtyktu barna og ungdómsvirðunum og gjørdum nøgdsemiskanningum, sum geva ábendingar um, hvørji tilboð, vit skulu satsa uppá.

– Vit í Klaksvíkar kommunu ynskja at vera í fremstu røð innan tilboð til børn og ung, og tí hava vit sett ein fakliga sterkan arbeiðsbólk at koma við tilmæli um framtíðar skipan av dagstovnaøkinum, herundir at lýsa og koma við tilmæli um, hvussu ein komandi, nýggjur dagstovnur í Klaksvíkar kommunu skal skipast, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevnini børn & ung.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.