Poul Michelsen handað uppskot til TIFA sáttmála við USA

Uttanríkis- og vinnumálaráðharri Føroya, Poul Michelsen, hitti í dag amerikanska sendiharran í Keypmannahavn, Rufus Gifford, at tosa um meira vinnuligt samband landanna millum.

Hann handaði sendiharranum eitt føroyskt uppskot til ein sonevndan TIFA (Trade and Investment Framework Agreement) sáttmála, ið er ein rammusáttmáli fyri at fremja handil og íløgur landanna millum. Teir báðir umrøddu møguleikar fyri øktum vinnuligum sambandi, eins og ætlaðu vitjanina hjá amerikanska sendiharranum til Føroya á ólavsøku.

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.