Home Tíðindir Rættleiðing til mistøk í Degi og Viku

Rættleiðing til mistøk í Degi og Viku

by OML

Í Degi og Viku mánakvøldið 18. apríl 2016 varð ført fram, at KPMG í 2013 segði, at í Danmark hevði Eik ikki fingið ein frádrátt fyri undirbalansuna í sambandi við yvirtøkuna av virkseminum frá gamla Eik.

Suni-Eik-stjóri

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka

Í sendingini varð valt at steðga við eitt komma, sum hevði vent søguni 180 stig.

Sum undantak vilja vit her endurgeva úr nevndarprotokollini.

Í nevndarprotokollini frá 13. mars 2013 stendur orðarætt:

“Pkt. 8.1.2 omfatter selskabets udskudte skat. I forhold til dette punkt omtaltes det forhold, at banken for perioden 2010/2011 har valgt at indberette egenkapitalbevægelserne i primobalancen som skattemæssigt tab i forbindelse med overtagelsen af Eik Banki tilbage i oktober 2010. Den skattemæssige værdi af tabet udgør et beløb i størrelsesordenen (ca. 514 mio. kr. x 18%) dvs. 100 mio. kr. Den skattemæssige værdi er selvangivet uden dog at være indregnet som et aktiv.

Beløbet indgår derfor ikke i balancen.

Henrik Barner bemærkede, at det danske skattevæsen ikke accepterer, at det skattmæssige tab optages i primobalancen i en lignende situation, men var enig i, at banken i den færøske indkomstopgørelse havde foretaget et fradrag for udgifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011.

Der var ikke yderligere bemærkninger.”

Henrik Barner er statsaut. revisor hjá KPMG.

Har vóru ongar viðmerkingar, hvørki frá Jørn Astrup Hansen ella SPEKT, sum luttóku á fundinum. Hesir vóru soleiðis samdir um skattligu viðgerðina, sum eisini var grundarlagið fyri innlatingini av sjálvuppgávuni fyri 2011.

Í sendingini varð eisini sæð burtur frá, at undirritaði í Degi og Viku tvær ferðir segði, at nevndin valdi AFTUR at venda sær til TAKS. Tí kann man fáa fleiri mánaðir at ganga, um man leypir millumtíðspunktini um. Sigast skal, at tað gingu tvey ár frá okkara skrivi til TAKS til vit fingu góðkenningina av skattliga goodwill sjónarmiðinum. Hetta er tó ikki ein kritikkur av TAKS.

Súni Schwartz Jacobsen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.