7.5 C
Munich
lørdag, oktober 16, 2021

Nógvur smáur svartkjaftur í føroyskum øki

Must read

Magnus Heinason er júst liðugur við svartkjaftakanningar sunnan fyri Føroyar, og fyribilsúrslitini vísa, at sera nógv av smáum svartkjafti stendur í føroyskum øki. Hetta er mest sum alt óbúgvin fiskur, meðan tann búni svartkjafturin, ið hevur gýtt longri suðuri, enn ikki var komin norður í føroyskt øki.

Serliga nógv av tvey og trý ára gomlum svartkjafti var at síggja í ár, hetta eru 2014 og 2013 árgangirnir. Hetta er óbúgvin fiskur, sum er umleið 22-23 cm til longdar og vigar knapt 80 g í miðal. Eisini í fjør var nógv av smáum svartkjafti at síggja, so er bert at vóna, at hesir árgangirnir koma fyri seg.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi og Hollandi. Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum eru við, verður roknað á fundi í Bergen 26-28 apríl.

Les alla frágreiðingina her.

 

Jan Arge Jacobsen
18. apríl 2016

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Magnus Heinason 30/3-13/4 2016.

Kelda: Havstovan

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.