Hvussu nógv rinda akfør?

Fyrispurningur um, hvat akfør rinda og hvat veganetið kostar, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv rinda akfør í skrásetingargjaldi, vegskatti, bensin- og dieselgjaldi og MVG av brennievni? Best um svarið varð útgreinað.

2. Hvussu nógv brúkar landsstýrið til viðlíkahald og íløgur í veganetið í ár.

3. Ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at fáa javnvág millum hesar inntøkur og útreiðslur.

Viðmerkingar:
Mangan verður sagt, at akfør skulu rinda fyri vegir, tunnlar og brýr. Tí er hesin spurningur ætlaður at lýsa, hvat akfør rinda og hvat veganetið kostar.

Akfør rinda skrásetingargjald, sum gevur landskassanum stórar upphæddir hvørt ár. Eisini rinda akfør vegskatt, sum kann kallast atgongumerkið til at brúka vegakervið. Í 3. lagi rinda akfør bensin og dieselavgjald, hvørja fer tangin verður fyltur. Eisini verður rinda MVG inn í landskassan fyri brennievni.

Hesin spurningur er at vita, hvussu nógv akfør rinda inn í landskassan.

Landskassin hevur eisini útreiðslur til veganetið. Tí verður spurt, hvussu nógv landskassin brúkar til viðlíkahald og nýíløgur í vegir, tunnlar og brýr. Undirsjóvartunnlar liggja enn uttan fyri hetta roknstykkið.

Akfør rinda munandi meira inn í landskassan í mun til, hvat veganetið kostar í viðlíkahaldi og íløgum. Her eigur at verða samsvar, og tí verður landsstýrismaðurin í fíggjarmálum spurdur, um hann ætlar broytingar, so samsvar verður millum gjald og kostnað.

Á Løgtingi, 11. apríl 2016
Jørgen Niclasen 

Tilvildarlig savnsmynd av ferðslu

 

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.