Størsta vinnulívsíløga í Føroyum nakrantíð

0
642

 

Keypssáttmálin ímillum Bakkafrost og Klaksvíkar kommunu er komin endaliga uppá pláss, og byrjað verður at byggja risastóru smoltstøðina norðuri á Strond skjótast gjørligt.

Økið norðuri á Strond, sum Bakkafrost nú hevur ognað sær, er gott 70.000 fermetrar stórt, og tað liggur sera væl fyri til endamálið. Økið er harumframt eitt av teimum fáu økjunum í landinum, har umstøðurnar til at byggja so stóra smoltstøð eru góðar, og tí vóru bæði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík væl nøgdir, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður í gjár.

– Samstarvið við Bakkafrost hevur verið fyrimyndarligt higartil, og hetta er ein stór løta fyri býráðið í Klaksvík og fyri borgararnar í býnum yvirhøvur, tí hendan verkætlanin fer heilt víst at skapa nógvar og góðar ringvirkningar í lokala vinnulívinum, bæði ímeðan byggingin stendur í gerð, og tá ið virksemið síðani kemur í smoltstøðina, sigur Jógvan Skorheim.

Talan er um nógv ta størstu vinnulívsíløguna á landi, sum Bakkafrost nú velur at gera í Klaksvík, og fyri borgarstjóran hevur eitt gott samstarv við privatu vinnuna stóran týdning.

– Sum býráð hava vit seinastu árini lagt okkum eftir at hava eitt jaligt og effektivt arbeiðslag, tá ið privata vinnulívið vendir sær til okkara við ymiskum initiativum, og hesaferð er talan so um størstu vinnulívsíløguna á landi í Føroyum nakrantíð, so tað kunnu vit sanniliga fegnast um, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Bakkafrost er størsta alifyritøkan í Føroyum og felagið mennir virksemið alsamt í hesum árum. Grundøkið norðuri á Strond skal nýtast til eina smoltstøð, og seinastu tíðina hevur Bakkafrost fyrireikað byggingina, soleiðis at byrjað nú verður sum skjótast. Byggitíðin fyri smoltstøðina er umleið tvey ár.