Home Tíðindir Skattafrádrátturin hjá Eik Banka er nú eitt Politimál

Skattafrádrátturin hjá Eik Banka er nú eitt Politimál

by OML

Eftir í longri tíð at hava kanna ymisk viðurskiftir í samband við ein skattafrádrátt hjá Eik Banka hevur Eivind Jacobsen valt at melda stjóra og tveir nevndarlimir í Eik Banka til Politiið. Hetta sigur Eivind Jacobsen í viðtalu við 24.FO.

Málið snýr seg í stuttum um at tá Eik yvirtók virksemið hjá gamla Eik Banka, so metti nýggi Eik Banki ikki at bankin var verdur 2 milliardir krónur sum var opningsbalancan, men heldur 1,5 milliard kr. Og harvið átti Eik ein skattafrádrátt uppá áleið 90 milliónir kr.  Eik vísir á í tíðindaskrivið,  at teir ikki hava vilja brúkt møguleikan at fremja avskrivingina í roknskapinum heilt frá 2010 og at avskrivingin heldur ikki verður brúkt í roknskapinum í 2015. Kelda tíðindaskriv frá Eik 18.02.2016.

Hvør eigur skattafrádráttin ?

Við Berlingske Business,  grein eftir Mads Sixhøj tann 17 februar 2016 stendur sitat “ Efter en gennemgang af bankens aktiver fandt Jørn Astrup og Finansiel Stabilitet behov for at nedskrive værdien af aktiverne med omkring 500 millioner kr. Dette tab blev i 2010 dækket af landets øvrige banker i henhold til Bankpakke 1. Dermed var bankens nye egenkapital ikke længere to mia kr., men små 1,5 mia. Kr. “  Kelda: Berlingske Business Mads Sixhøj tann 17 februar 2016

Grannskoðanin og nevndarlimur í Eik ikki samdir í niðurstøðuni hjá TAKS og Eik leiðsluni

Nú vísir tað seg,  at undanfarni nevndarlimurin í Eik Banka Jørn Astrup Hansen og grannskoðarafelagið hjá Eik – KPMG ikki eru samd við TAKS og nevnd og stjórn um hendan skattafrádrátt.

Við Berlingske Business sigur Jørn Astrup Hansen tann 17-02-2016 sitat:  “Jeg kunne ikke genkende rekonstruktionsforløbet i bankens regnskab for 2015. Jeg kunne ikke medvirke til at dræne den færøske landskasse for 90 millioner kroner.”  Kelda: Berlingske Business Mads Sixhøj tann 17 februar 2016

Roynt at koma í tal við nevndarlim í Eik,  Nevndarlimir í TF og umboðsráðslim í Ognarfelag Tryggingartakaranna

Eivind Jacobsen

Eivind Jacobsen

Eivind Jacobsen sigur at hann hevur vent sær til fleiri persónar í hesum málið,  bæði í nevndini hjá Eik og nevndarlim í umboðsráðnum hjá Ognarfelag tryggingartakarana, men vísir tað seg ikki sum tey vilja vita av málinum. Eisini havi eg sent spurningar til nevndarformannin í nevndini hjá Eik og eisini roynt at ringt til hann.

Talan er nokk um stórstað skattamál nakrantíð í Føroyum, og eg veit at Taks hevur vent sær til Skatt í Danmark fyri at hava onkran at umrøða málið við sigur Eivind Jacobsen í viðtalu við 24.fo.

Bæði Eivind Jacobsen og KVF hava vent sær til Eik Banka men sigur Eik at tey ikki gera viðmerkingar til málið so leingið TAKS kannar máli, og tí hava vit á 24.FO valt ikki at kontakt EIK nú málið eisini er melda til løgregluna.

Eivind Jacobsen sigur, at hann heldur seg hava fleiri upplýsingar enn Taks hevur. Somuleiðis heldur Eivind Jacobsen, at Nevndin í TF holding og limirnir í Ognarfelag Tryggingartakaranna, ikki gera tað teir eiga, og tí meinti hann, at rættast var at melda málið,  so greiða kann fáast á hesum álvarsliga skattamálið sum skjótast sigur hann í viðtalu við 24.fo.

 

 

_______________________________________________________________

Brot úr tíðindaskrivið frá Eik

Eik vil hava greiðu á málinum

Eik sigur í tíðindaskrivið 18-02-2016 at Eik ongantíð hevur brúkt avskrivingarnar av skattligum goodwill í ársroknskapinum, hóast TAKS hevur givið loyvi til tess. 

“TAKS staðfesti í skrivi til Eik, dagfest 30. juni 2015, at bankin skattliga kann avskriva 500 milliónir krónur í goodwill, sum stavar frá, at núverandi Eik yvirtók virksemið í gamla Eik. Í krónum og oyrum er skattliga virðið á avskrivingini umleið 90 milliónir krónur.

Vit hildu, at málið varð avgreitt við avgerðini hjá TAKS, sum vit sjálv bóðu skattamyndugleikarnar taka støðu til fyri tveimum árum síðani. Nú málið er reist av nýggjum hevur nevndin avrátt at seta seg í samband við TAKS aftur, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, í Eik.”   Kelda brot úr tíðindaskrivið hjá Eik.  Les tíðindaskriv hjá Eik her

___________________________________

Her eru nøkur link til tíðindir um skáttafrádráttin hjá Eik:

Tíðindaskriv frá Eik

http://www.eik.fo/Default.aspx?ID=7144&Action=1&NewsId=3699&newsposter=http://www.eik.fo

 Grein: BERLINGSKE BUSINESS

http://www.business.dk/finans/eik-bank-undersoeges-i-betaendt-skattesag-til-90-mio.-kr

 Lesarabræv Norðlýsið – Eivind Jacobsen

http://www.nordlysid.fo/skattamalid+hja+eik+banki+kann+avirka+landskassan+vid+368+millionum.html

Vp.fo

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/taks-kannar-um-eik-hevur-fingid-skattafradratt-a-90-mio-kr-av-oroettum/

Kvf

http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/25/20160225takseiguravgerdina#.VwJWb5zhBD8

http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/19/20160219stjorinikkividgjortmalid#.VwJW6pzhBD8

http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/18/20160218stjorinieikavsannarallanillgruna#.VwJWqZzhBD8

http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/02/18/eik-hevur-longu-avskriva-helvtina-av-peninginum#.VwJWv5zhBD8

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.