Home Ymiskt 60 milliónir kr. til bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum

60 milliónir kr. til bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum

by OML

Vánaligu bústaðarviðurskiftini hjá fólkum við serligum avbjóðingum er ein støða, sum samgongan tekur í størsta álvara.

Vantandi viðlíkahald, umbygd og ótíðarhóskandi sethús, sum stava frá eini farnari tíð, hevur við sær, at ein týðandi partur av bústøðunum ikki eru hóskandi til endamálið. Serliga er støðan vánalig í Havn.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum raðfest økið, og komandi árini eru eru 60 mió. kr. settar av at byggja og útvega bústaðir til fólk við menningartarni, sálarsjúku o.a.

Ætlanin er lutvíst at byggja nýggjar bústaðir og dagføra verandi bygningar til fólk við serligum avbjóðingum – eitt nú við menningartarni og autismu.

Í 2017 er ætlanin at betra um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við menningartarni í miðstaðarøkinum, og bygdur verður ein depil í Tórshavn til børn og ung við autismu, sigur Eyðgunn Samuelsen.

“Vit hava fyrst og fremst tørv á at fáa til vega fleiri – og ikki minst tíðarhóskandi – bústaðir til fólk, ið vegna varandi avmarkaðan likamligan ella sálarligan førleika hava tørv á vardum bústaði. Hendan átrokandi íløgan í nýggjar bústaðir fer at bøta munandi um støðuna, tí fleiri og betri bústaðir er ikki bara við til at minka um bíðilistar – tað er eisini við til at menna tænasturnar, sum hevur alstóran týdning fyri vælferðina hjá hesum borgarum. Eitt aðalmál hjá samgonguni er at fáa eitt tíðarhóskandi vælferðarsamfelag fyri alt fólkið í Føroyum, og skulu vit røkka hesum málinum, skulu øll hava møguleika fyri at fáa ein virðiligan og góðan bústað.

At vit nú veruliga leggja til brots við at fáa til vega fleiri og góðar bústaðir, gevur mær eina vón um, at vit røkka málinum, sum eg havi sett mær sum landsstýriskvinna, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum harumframt fegnast um samstarvið við BÚSTAÐIR, sum eisini er farið undir at fyrireika byggiætlanir av íbúðum til fólk við serligum avbjóðingum.

Nú verður farið undir at gera karmarnar fyri, hvussu vit víðari skulu fara fram til tess at betra um bústaðarstøðuna í Føroyum”, sigur Eyðgunn Samuelsen at enda.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.