Home Fólk & Samfelag Ósakligt frámæli um havnaútbygging

Ósakligt frámæli um havnaútbygging

by OML

Frámælið hjá almennu býarskipanarnevndini byggir ikki á fakta og gjørdar kanningar, men á almennu umrøðuna og viðmerkingar frá fjølmiðlunum. Niðurstøðurnar eru ikki undirbygdar, og tær standa harumframt í greiðari andsøgn við tær sera umfatandi kanningar og drúgva fyrireikingararbeiðið, sum kommunan hevur gjørt í sambandi við ætlaðu útbyggingina. Hetta siga borgarstjórin, kommunustjórin og havnarmeistarin í Tórshavnar kommunu í viðmerkingum til nevnda tilmæli.

Borgarstjórin, kommunustjórin og havnameistarin vísa á, at talan er ikki um eina nýggja havn, men eina útbygging av verandi havn. Tey vísa síðan á, at almenna býrarskipanarnevndin tykist síggja burtur frá, at Tórshavn er Føroya størsti havnarbýur og hevur altíð verið tað.

Við áliti sínum mest sum tvingar Býarskipanarnevndin kommununa út úr Havnini við framtíðar havnarvirksemi og forðar nevndin harvið meir ella minni uttan víðari fyri vøkstri á verandi havnarøki. Hetta er sera víttfevnandi og kann ikki vera rætt, og eftir fatan kommununnar hevur hvørki Býarskipanarnevndin ella landsstýrið grundarlag ella orsøk til slíkt víttfevnandi krav.

Kommunan metir tað ikki vera rætt ella grundað, um ein saklig og so mikið týdningarmikli broyting sum henda, verður avvíst vísandi til álitið frá Býarskipanarnevndini.

Tey vísa eisini á, at býarskipanarnevndin í frámæli sínum tykist leggja sera stóran dent á almennu umrøðuna av málinum og á sjónarmið, sum einstaklingar og miðlar hava ført fram. Hinvegin tykist, sum nevndin tilvitað velir at síggja burtur frá flestu av teimum upplýsingum, sum eru í stóru VVM-frágreiðingini, sum er gjørd fyri verkætlanina.

Tey trý vísa á, at uppgávan hjá býarskipanarnevndini er at ráðgeva landsstýriskvinnuni fakliga út frá fakta. Nevndin má ikki byggja sínar grundgevingar á politisk ella populistisk sjónarmið, sum koma fram í almennari umrøðu.

Funnist verður at, at býarskipanarnevndin ikki grundgevir fyri eini útsøgn um, at ætlaða útbyggingin ikki fer at nøkta framtíðartørvin. Tvørturímóti vísir kommunan á, at kanningarnar vísa, at tørvurin við ætlaðu útbyggingini verður nøktaður eini 40 ár fram í tíðina.

Kommunan afturvísir eisini, at aðrir staðsetingarmøguleikar ikki eru nóg neyvt kannaðir. VVM-frágreiðingin viðger gjølla aðrar staðsetingarmøguleikar, men vísir á eina røð av avmarkingum á hesum økjum, og kemur síðani til ta niðurstøðu, at hesar staðsetingar eru ikki nóg væl hóskandi. Verandi staðseting er tann best egnaða, er greiða niðurstøðan.

Eisini verður víst á, at býarskipanarnevndin heilt sær burtur frá neyvu lýsingunum av ferðsluviðurskiftunum í VVM-frágreiðingini, soleiðis at nevndin kemur til øvugta niðurstøðu. Og nevndin tekur heldur ikki hædd fyri, at verkætlanin er munandi minkað – og harvið eisini ferðslan, sum tískil ikki fer at tyngja økið í tann mun, sum Býarskipanarnevndin vil vera við.

At enda í drúgvu viðmerkingunum til landsstýriskvinnuna verður víst á, at býarskipanarnevndin ger fleiri niðurstøður, sum ikki á nakran hátt verða undirbygdar, og sum eru í beinleiðis í andsøgn við gjørdu kanningarnar. Tí verður niðurstøðan, at frámælið hjá nevndini í størstan mun byggir á almennu umrøðuna av málinum, og ikki á faklig, býarskipanarlig, umhvørvislig og tøknilig viðurskifti.

Landsstýriskvinnan eigur tí at síggja burtur frá størsta partinum av grundgevingunum fyri frámælinum, og at góðkenna uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini fyri havnaøkið í Tórshavnar kommunu, siga tey trý, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, og Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.