24.FO
Home Fólk & Samfelag Sólarmyrkingin ávirkaði fuglin í Skúgvoy

Sólarmyrkingin ávirkaði fuglin í Skúgvoy

Havstovan

Sunnudagin 20. mars var eitt ár liðið síðani sólarmyrkingina í Føroyum og hønurnar fóru inn í høsnarhúsið at sova. Men hvat gjørdi fuglurin í Høvdanum í Skúgvoy? Eitt automatiskt fototól tók eina mynd hvønn minutt av økinum, sum sæst á myndini niðanfyri. Myndin er tikin kl. 9:42, tá full sólarmyrking var, men hon er eksponerað í 3 sekund, so bergið sæst í myrkrinum.

 

Mynd av berginum í Høvdanum í Skúgvoy, tá sólarmyrkingin var.

 

Hesa tíðina á árinum er ikki nógvur fuglur í berginum, men har vóru kortini 103 ritur, 11 havhestar og 9 lomvigar. Á strikumyndini sæst hvat hendi, tá ið mánin kom fyri sólina. Full sólarmyrking var kl. 9:42, og teljingin byrjaði 22 minuttir áðrenn fulla sólarmyrking og endaði 22 minuttir aftaná. Talið á fugli, sum sat, tá ið teljingin byrjaði, er sett til 100%.

 

Talið av havhesti, ritu og lomviga 22 minuttir áðrenn sólarmyrkingina og til 22 minuttir eftir sólarmyrkingina. Fuglasløgini ávirkaðust ymiskt.

Havhestarnir tóktust als ikki at verða ávirkaðir av myrkrinum. Talið av ritu var støðugt, til tað fór at skýma og minkaði so um 10%, tá ið full myrking var, men tær komu skjótt aftur. Lomvigin fór á flog, tá ið tað fór at skýma, og bert ein sat eftir. Tað vanliga er, at lomvigi, sum ikki hevur egg ella pisu, fer úr berginum um náttina, so lomvigin gjørdi sum væntað.

Hønurnar heima í bygdini fóru ikki inn í høsnarhúsið at sova, men tær fóru bert inn í eitt gásarhús, har tær plaga at kroka.

Kelda:hav.fo

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer