3.9 C
New York
onsdag, januar 20, 2021
Home Fólk & Samfelag Politikkur Hey Marius, Jørgin og Jóanis Nielsen

Hey Marius, Jørgin og Jóanis Nielsen

 

Í februar í 2000 varð lóg løgd fyri Løgtingið um gerð av Vágatunli. Heiti á lógini var, Løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund.

Har stendur í grein 1, stk 4. ” Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og p/f Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

henrikOld-001Hettar er rímiliga greitt. Men fyri at ongin ivi skal verða um, hvat útveganarkostnaður inniber, so sker Løgtingið út í papp, hvat meint verður við í broytingaruppskoti, har sagt verður.  ” Við ÚTVEGANARKOSTNAÐI” skilst tær samlaðu  byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð.

Fyri hesum uppskoti atkvøddu m.a. Marius Dam, og Jóanis Nielsen.

Jørgin Niclasen var tá landsstýrismaður í fiskivinnumálum, somuleiðis sum hann nú til fyri fáum mánaðum síðani var landsstýrismaður í samferðslumálum/tunnilsmálum.

Tann 10 septembur 2013, svarar táverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen upp á fyrispurning um undirsjóvartunlar, at hansara samgonga hevur, sum er, ikki ætlan um at avtaka lógina í næstum. Ei heldur er ætlanin at broyta hana, og eftir lógini skal útveganarkostnaðurin gjaldast aftur, bæði tann parturin, sum er figgjaður við eginpeningi, og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.

Tann lógin, sum fyrrverandi løgmaður sipar til, er framvegis í gildi, og kann eg sjálvandi Ikki geva boð um ikki at fylgja henni. So einfalt er tað.

Um Marius Dam og aðrir ikki ætlaðu, at hettar skuldi vera galdandi, so skilji eg ikki, hví man atkvøður hettar gjøgnum tingið. Ein annar møguleiki var at sett í lógina, nær hon skuldi fara úr gildi. Aðrir møguleikar at avmarka lógina eru eisini, men tað hevur man tá valt ikki at gera. 

Annars kann eg siga, at eg var ein av harðastu talsmonnum fyri Vágatunlinum í teimum mótmælistíðum, sum tá eisini vóru.      

Henrik Old

- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer