Góði Eik Banki

0
794

Havi frætt, at tit fortelja, at orsøkin til at eg gravi í málinum um skattaroknskap tykkara er ein tøkk fyri seinast. Skal upplýsa tykkum og øllum øðrum, at tað er ikki orsøkin.

Eg leiti einans eftir sannleikanum. Haldi eg havi funnið hann. Ein danskur skattaserfrøðingur hevur lova mær svar í morgin og tá er seinasti prikkurin í puslispælinum plaseraður.

Tit áttu heldur at brúkt tykkara tíð at levera sjálvuppgávuna fyri 2011 til nevndina í TF Holding, sum hevur spurt eftir hesum. Tit noktaðu teimum tað. Tað er mær óskiljandi.

Eg vil meina, at tey skulu brúka sjálvuppgávuna fyri at vita um skattasvik er framt í 2011 ella ikki. Og sjálvuppgávan er tað einasta sum krevst fyri at vátta ella avsanna illgrunan.

Vinarliga

Eivind Jacobsen

P.S. Eg havi ikki brúk fyri sjálvuppgávuni. Eg veit hvat stendur har.

Savnsmynd 24.fo