Home Vinnutíðindi Meirilutin í Trol- & Nótavirkiðinum VÓNIN selt til útlendskar eigarar

Meirilutin í Trol- & Nótavirkiðinum VÓNIN selt til útlendskar eigarar

by OML

Stóra Føroyska Felagið í hevur lagt seg eftir at framleiða trol og nótir til fiskiskip og alivinnuna er selt útlendskum felag. Vit fara her at skriva eitt sindur um bæði feløgini P/F Von og P/F VÓNIN

Vónin í hevur heimstað í Fuglafirði er í dag ein altjóða fyritøka,  ið hevur deildir í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Noreg, Kanada, Íslandi, Litavia og Russlandi.  Felagið hevur í dag gott 30 starvsfólk.

Vit hava ikki fingið upplýst søluprísin, men er tað eitt íslendska Hampiðjan í hevur keypt seg inn í P/F Von og harvið kemur inn í P/F VÓNIN.

Í nevndini í felagnum P/F VÓNIN eru Klaus Rasmussen, nevndarformaður, Olaf Olsen næstformaður, Leif Abrahamsen, nevndarlimir,  Árni Tór Rasmussen, nevndarlimir.  Stjóri í felagnum er Hjalmar Hentza Petersen.  Partapeningurin í felagnum er 7,8 mió. Kr.

Endamál felagsins er at framleiða og selja trol, reka handil og ídnað ella annað virksemi í hesum sambandi.

 

__________________________________

Um P/F Von og brot úr tíðindaskrivið hjá Hampiðjan

Hampiðjan sigur í dag í tíðindaskrivið soleiðis “Tað eru ongar ætlanir um at skifta kós ella at gera broytingar í leiðsluni, og vit taka av fullum huga undir við ætlaðu íløgunum í m.a. Fuglafirði og Klakksvík.

Hampiðjan hevur sterkar menningardeildir í Íslandi og Litava, og situr í dag við mongum týdningarmiklum patentum uppá fiskireiðskap og togverk. Hesar fyrimunir fer P/F Von nú at kunna nýta sum sínar egnu. Og fer eisini – í tann mun, hon vil – at gera sær dælt av teimum mongu deildunum hjá Hampiðjuni kring heimin. Hetta fer uttan iva at styrkja marknaðarstøðuna hjá P/F Von.”

 

P/F Von er eitt móðurfelag / holdingfelag ið hevur til endamáls at eiga partabrøv í øðrum feløgum, handil og annað virksemi í hesum sambandi.

Skrásetingar-nr: 5215

Navn: P/F Von

Adressa: Bakkavegur 22

530 Fuglafjørður Kommuna: Fuglafjarðar

Nevnd: Nevndarformaður Klaus Rasmussen Øresundsvej 126 B, 2. sal, DK-2300 København S, Danmark

Nevndarlimur Leif Abrahamsen Klokkaragøta 25, 100 Tórshavn Nevndarlimur Olaf Olsen Leitisvegur 2, 625 Glyvrar

Nevndarlimur Svein Maron Frøystad N-6095 Bølandet, Noregi

Nevndarlimur Árni Tór Rasmussen Olgarsgøta 5, 188 Hoyvík

Stjórn: Stjóri Hjalmar Hentza Petersen Stóragerði 2 100 Tórshavn

Partapeningur: DKK: 59.600.000

Endamál:

Endamál felagsins er at eiga partabrøv í øðrum feløgum, handil og annað virksemi í hesum sambandi. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra saman við einum nevndarlimi ella av tveimum nevndarlimum saman.

Roknskapir dato: 17-04-2013, 11-06-2014, 26-03-2015

Kelda: Skráseting Føroya og brot úr tíðindaskrivið d.d. –

Myndin er frá Heimasíðuni hjá VÓNON

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.