Hampiðjan keypir ognarlut í P/F Von

0
983

Hampiðjan boðar frá í morgun, at felagið hevur keypt meirilutan í P/F Von.

Í viðmerking sigur stjórin í Hampiðjuni,  Hjørtur Erlendsson:

“Tað gleðir okkum at P/F Von og Hampiðjan nú fara at arbeiða enn nærri saman. P/F Von er eitt felag, sum vit hava havt  størstu virðing fyri. Leiðslan í P/F Von hevur eisini víst dugnaskap. Tað eru ongar ætlanir um at skifta kós ella at gera broytingar í leiðsluni, og vit taka av fullum huga undir við ætlaðu íløgunum í m.a. Fuglafirði og Klakksvík. ”

Hampiðjan hevur sterkar menningardeildir í Íslandi og Litava, og situr í dag við mongum týdningarmiklum patentum uppá fiskireiðskap og togverk.

Hesar fyrimunir fer P/F Von nú at kunna nýta sum sínar egnu. Og fer eisini – í tann mun, hon vil – at gera sær dælt av teimum mongu deildunum hjá Hampiðjuni kring heimin.

Hetta fer uttan iva at styrkja marknaðarstøðuna hjá P/F Von.

P/F Von fer eisini at kunna gagnnýta stóru tog- og netaverksmiðjuna hjá Hampiðjuni í Litava.

Hjalmar Petersen, stjóri á P/F Von sigur, at Von og Hampiðjan hava leingi sæð, at hesi bæði feløgini kunnu fáa gagn av einum størri samarbeiði:

“Við hesum partabrævahandlinum fáa vit nú eina neyvari samvinnu. Hetta fer at lata upp nýggjar marknaðir, og fer at geva okkum skjótari vørumenning.”

Sum gongdin er í fleiri vinnum, er eisini í hesari vinnuni  talan um alsamt størri eindir, har feløg leggja saman og keypa upp, fyri at kunna standa seg betri í kappingini. Við at sameina hesi bæði feløgini, sum eru millum tey sterkastu í Norðuratlantshavi, fer hetta at betra um kappingarføri og tænastuna móti kundunum.

 

Mynd frá Heimasíðuni hjá VÓNIN.FO