Eyðgunn Samuelsen luttekur á árliga aðalfundinum hjá Kvinnukommisjónini hjá ST

0
726

Í døgunum 14.-24. mars er árligi aðalfundurin hjá Kvinnukommisjónini hjá ST í New York. Í ár eru 60 ár síðan “Commission of Status of Women (CSW)” varð sett á stovn, og fyri fyrstu ferð eru Føroyar umboðarar.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, luttekur saman við donsku sendinevndini, og danska javnstøðumálaráðharranum, Ellen Trane Nørby.

Fleiri enn 8000 kvinnur úr øllum heimunum taka lut, bæði fólkavald, stjórnarumboð, og sjálvbodnir felagsskapir, og skipað verður fyri upp í móti 1000 ymiskum tiltøkum í samband við aðalfundin.

Á ST fundinum fer Eyðgunn Samuelsen at røða um avbjóðingarnar, ið Føroyar hava á javnstøðuøkinum.

Evnið á CSW í ár er nærri viðgerð av málsetninginum um Burðadygga menning fram til 2030, sum ST samtykti í fjør. Ein avgerandi fortreyt fyri at røkka málinum um burðadygga menning er at tryggja øllum kvinnum sjálvsavgerðarrætt.

Eg fari í míni røðu at vísa á, at júst javnstøða er eitt týðandi amboð fyri at tryggja eina burðadyggar Føroyar. Tað er ein avbjóðing fyri alt samfelagi, at kvinnur bert hava 40% av lønarinntøkuni. Samstundis sum vit mugu arbeiða miðvíst fyri minkað um stóra kvinnuundirskotið,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Umframt at røða í ST, verður Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við í tiltøkum, sum Norðurlandaráðharraráðið skipar fyri. Javstøðuráðharrarnir úr øllum teimum norðurlendsku londunum, Grønland og Åland undantikið, eru við til CSW. Mikudagin verður pallborð, har tey fara at umrøða málini fyri 2030 í mun til javnstøðu. Eisini er skipað fyri  pallborði við norðurlendskum serfrøðingum, sum fara at viðgera “Hatur á netinum og sexisma”.

“Harðskapur ímóti kvinnum og gentum”,  er undirevnið á aðalfundinum. Hetta er eisini sera viðkomandi  fyri Føroyar og landsstýriskvinnuna, sum umsitur Harðskapsverkætlanina “Sig frá” og Heildarætlanina um kynsligan ágang.

Sí meira her:

http://www.unwomen.org/en/news/in-focus/csw

http://www.norden.org/da/nordisk-ministerraad/ministerraad/nordisk-ministerraad-for-ligestilling-mr-jaem/fn2019s-kvindekommissions-samling-2016-med-deltagelse-af-de-nordiske-ligestillingsministre/fn-s-kvinnokommissions-csw-session-2016-med-deltagande-av-de-nordiska-jaemstaelldhetsministrarna

http://www.norden.org/en/news-and-events/images/events/the-sixtieth-session-of-the-commission-on-the-status-of-women-2016/