Home Fólk & SamfelagPolitikkur Tænastur til vinnulívið og vinnulig átøk verða uppraðfest

Tænastur til vinnulívið og vinnulig átøk verða uppraðfest

by OML

Hesa vikuna hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið havt árligu evnisdagarnar fyri sendifólkunum á føroysku sendistovunum og starvsfólkum í uttanríkistænastuni. Endamálið við hesum evnisdøgum er at savna uttanríkistænastuna fyri at viðgera virksemi og fokusøki hjá sendistovunum.

Á skránni vóru m.a. fundur við løgmann, landsstýrismannin í fiskivinnumálum og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum um raðfestingarnar hjá landsstýrinum á uttanríkisøkinum. Eisini var fundur við Útflutningsráðið um tørvin hjá vinnuni á tænastum frá sendistovunum. Harumframt nýttu sendifólkini høvi at hava fundir við fyritøkur og stovnar, og onnur sum sendistovurnar veita tænastur til.

Marknaðarføring av føroyskari vinnu er fokusøki í uttanríkispolitikkinum hjá landsstýrinum. Landsstýrið hevur tí sett sær fyri at bøta um fortreytirnar fyri styrktum samstarvi millum sendistovur og vinnuna. Á fíggjarlógini er játtanin til sendistovurnar hækkað, og serstøk konta á 1 mió. kr., sum skal nýtast til átøk at marknaðarføra føroyska vinnu, og ætlanin er at fremja hesi átøk í samstarvi millum uttanríkistænastuna og vinnuna.

(Mynd: Kate Sanderson, sendikvinna í Brússel, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Petur Petersen, sendimaður í Reykjavík, Bjørn Kunoy, sendimaður í Moskva, Sigmundur Ísfeldt, sendimaður í Keypmannahavn og Áki Johansen, sendimaður í London.)

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.