Home Vinnutíðindi Frá Atlants Tøkni til Klintra

Frá Atlants Tøkni til Klintra

by OML

KT-fyritøkan Klintra hevur keypt KT-menningarpartin í Software Solutions í NEMA og bjóðar seg nú fram sum ein KT-fyritøka, ið burturav tekst við KT-menningararbeiði.

 

Klintra-2016-logoTað, sum drívur verkið í nýstovnaðu KT-fyritøkuni Klintra, er at menna fjøltáttaðar KT – loysnir, sum flyta kundan langt fram á røttu kós.

 – “Okkara styrki er tær samansettu loysnirnar”, sigur stjórin Jógvan K. Glerfoss. “Tað er tað vit duga, og tað er tað vit vilja”.

Ólavur Ellefsen, Eyðun E. Jacobsen og Bogi Lenvig manna nevndina í Klintra. Jógvan, Eyðun og Bogi hava arbeitt saman í fleiri ár, meðan Ólavur Ellefsen, ið eisini er kendur sum KT-íverkseti, kemur inn sum íleggjari og er nevndarformaður í Klintra.

Klintra er ein vitanarsterk fyritøka. Starvsfólkini í Klintra, øll við hollari ástøðiligari bakgrund innan kunningartøkni, hava meira enn 12 ára royndir í meðal. Starvsfólkini eru felags um ynskið at kunna savna seg fult og heilt um kjarnuvirksemið og tískil eiga tey øll part í felagnum.

Kend á marknaðinum

Klintra er ein nýggj fyritøka, men fólkið er væl kent á føroyska KT- marknaðinum. Felagið hevur ment fleiri góðar og væl kendar loysnir, so sum Aliskipanina til Heilsufrøðligu starvsstovuna, Tinglýsingarskipanina til Umhvørvisstovuna, Teyggjuna til Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið, VerkGongdar- og BúskettSkipanina til Gjaldstovuna, Heildarskipanina til Trygdargrunn Fiskivinnunar, Heildarskipanina til Almannaverkið, 3V til Kommunufelagið, Crew-manningarskipanina til Skansi Offshore og ikki minst nýggju HR- skipanina, sum sjey av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum hava ognað sær.

Málið hjá Klintra er, at felagið skal vera ein miðdepil í føroyskari KT-vinnu, sum nú stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum við at talgilda Føroyar.

– “Vit hava avgjørt nakað at bjóða – eisini við at talgilda Føroyar. Okkara tilgongd, har vit, við drúgvum royndum innan kunningartøkni, kunnu taka lut sum ráðgevar við sera breiðari og sera djúpari vitan um nógv ymisk virksemis- og lógarøki, ger okkum kappingarfør”, sigur Jógvan K. Glerfoss.

Klintra stendir á herðunum hjá Atlants Tøkni

Klintra yvirtekur allar loysnirnar í deildini Software Solutions í Nema, og í sambandi við skilnaðin sigur Júst í Túni Vang, stjóri í Nema:

– “Vit vænta eitt gott samstarv millum feløgini og leggja okkum eftir, at kundarnir merkja sum minst til broytingina, men annars, at kundarnir framyvir fara at merkja, at fyritøkurnar eru meiri fokuseraðar og verða uppaftur betri til at veita tænastur á sínum kjarnuøkjum”.

Jógvan K. Glerfoss, Eyðun E. Jacobsen og Bogi Lenvig arbeiddu saman í KT-fyritøkuni Atlants Tøkni, ið var stovnað í 2001 og sum NEMA keypti í 2007. Tað hevði verið einfalt at farið aftur til gamla navnið Atlants Tøkni, men fyri Jógvan K. Glerfoss kendist tað ikki rætt.

 -“ Tað er hvørki rætt mótvegis teimum upprunaligu eigarunum av Atlants Tøkni ella mótvegis teimum, sum nú fara saman um Klintra. Hetta er ein nýggj byrjan, sum vit øll í Klintra eru felags um”, sigur Jógvan K. Glerfoss.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.